At ferðast uttanlands við hundi, íroknað tænastuhundi og førarahundi

Allir hundar, tænastuhundar og førarahundar íroknaðir, sum eru úr Føroyum styttri tíðarskeið enn 3 mánaðir, kunnu flytast inn aftur til Føroyar eftir niðanfyristandi treytum, um so er, at teir ferðast í londum, har ongar veterinerar avmarkingar eru orsakað av smittandi djórasjúkum.

Treytir: 

  • Hundurin skal hava eina heilsuváttan við sær út at ferðast.
  • Heilsuváttanin skal ikki vera eldri enn 48 tímar, tá ið ferðin byrjar.
  • Hundurin skal verða eyðmerktur, koppsettur og viðgjørdur fyri sníkar, sí niðanfyri.
  • Hundurin skal í seinasta lagi 48 tímar eftir afturkomuna til Føroyar viðgerast fyri sníkar.

Koppsetingar:

Hundurin skal verða koppsettur ikki longur enn 1 ár og í seinasta lagi 1 mánað, áðrenn hann kemur aftur til Føroya, ímóti niðanfyristandandi sjúkum.

  • Rabies, hundaøði (lyssavirus).
  • Hundasjúku, Canine distemper (paramyxovirus, CDV).
  • Livrasótt, Infectious canine hepatitis, (adenovirus, CAV-1).
  • Canine parainfluenza virus infection (parainfluenzavirus).
  •  Parvovirus infection, (parvovirus, CPV).
  • Leptospirose.

Hundurin skal viðgerast fyri hesar endo- og ectosníkar hjá hundi:

  • Rundorm ÿ Bendilorm
  • Skrubb
  • Lús og loppir
  • Um hundur,hevur verðið í landi, sum ikki er lýst at verða frítt fyri eccinococcar (Echinococcus granulosus og E. Multiocularis), skal hundurin viðgerast fyri hesar sníkar.

Viðgerðin skal ikki verða eldri enn eina viku, tá ið hundurin fer úr Føroyum.

Tá ið hundurin kemur aftur, skal hann viðgerast fyri sníkar í seinast lagi 48 tímar eftir afturkomuna.

v Hundurin skal verða eyðmerktur, antin við tatovering í oyra ella lærkrika ella við einum mikrosendara (microchip) undir húðina. Mikrosendarin skal lúka krøvini í ISO-standard 11784 ella fylgiskjalinum til ISOstandard 11785. Eyðmerkingarnummarið á hundinum skal standa á heilsuváttanini.

Heilsuváttan:

Tá ið hundur fer at ferðast úr Føroyum, skal ein heilsuváttan fylgja við hundinum.

  • Á heilsuskjalinum skal navn, bústaður og telefonnummar hjá eigaranum standa.
  • Á heilsuskjalinum skal slag, rasa, aldur, kyn og eyðmerkingarnummar hjá hundinum standa.
  • Heilsuváttanin skal verða fylt út og undirskrivað av einum djóralækna við autorisatión í Føroyum.
  • Á heilsuváttanini váttar djóralæknin, at hundurin er frískur, hevur fingið allar koppsetingar rættstundis og fingið kravdu viðgerðir móti endo- og ectosníkum.
  • Heilsuváttanin er í tveimum pørtum. Fyrsti parturin skal verða fyltur út og undirskrivaður í fyrsta lagi 48 tímar, áðrenn hundurin fer úr Føroyum. Seinni parturin skal nýtast, tá ið hundurin er afturkomin til Føroyar, og fyllast út og undirskrivast í seinasta lagi 48 tímar eftir afturkomuna.
  • Heilsuváttanin, ið nýtast skal, kann fáast við at venda sær til Heilsufrøðiligu starvsstovuna ella á heimasíðuni www.hfs.fo.

Aðrar treytir:

  • Tá ið hundurin kemur til Føroyar, kannar Tolleftirlitið heilsuváttanina og sendir eitt avrit til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.
  • Tá ið hundurin hevur verið hjá djóralækna eftir afturkomuna, skal avrit av heilsuskjalinum sendast til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.
  • Innflytarin rindar sjálvur allar útreiðslur.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við innfluttum hundum og hevur myndugleika at nokta innflutningi, um illgruni er um smittandi sjúku, vantandi heilsuváttan ella um heilsuváttanin ikki er útfylt til fulnar. Í hesum førum avtalar Heilsufrøðiliga starvsstovan við eigaran, um hundurin skal:

  • sendast aftur til sendaralandið, um so er, at veterineru myndugleikarnir í sendaralandinum geva loyvi til tess,
  • setast í sóttarhald eitt tíðarskeið, sum embætisdjóralæknin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni avger longdina av – hetta við atliti at smittuvandanum,
  • koppsetast ella viðgerast eftir leiðbeining frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni,
  • verða avlívaður.

Gjald:

Innflytarin rindar sjálvur allar útreiðslur.

Tá ið hundurin kemur til Føroyar, kannar Tolleftirlitið heilsuváttanina og sendir eitt avrit til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.
Tá ið hundurin hevur verið hjá djóralækna eftir afturkomuna, skal avrit av heilsuskjalinum sendast til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.

Heilsufrøðiliga starvsstovan ger skjalaeftirlit av øllum hundum, sum hava verið og ferðast. Heilsufrøðiliga starvsstovan krevur gjald fyri skjalaeftirlit eftir reglunum í kunngerð nr. 6 frá 26. januar 2009 um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og eftirlit, sum seinast broytt við kunngerð nr. 74 frá 22. mai.

  • Gjaldið er 345 kr. og svarar til 1 tíma.

Kelda: www.hfs.fo