Hvølpavenjing er ætla hvølpum og unghundum yngri enn 10 mánaðar. Pláss er fyri i mesta lagið 8 hundum á hvørjum holdi.

Skeiðini verða hildin í Havn og í Saltangará, og er venjing vanliga tvær ferðir um vikuna. Venjingin er í vikuskiftinum og/ella aftaná vanliga arbeiðstíð.

Eitt hvølpaskeið er íalt 8 venjingar á uml 45 minuttir, og umfatar vanliga venjing, sum er neyðugt, at duga í gerandisdegnum.

Ein umráðandi partur av hvølpavenjingi er sosialisering. Hvølparnir læra at verða saman við øðrum hundum og fólkum. Eins og eigarin lærir hvussu hann kann venja við hundinum sjálvt um aðrir hundar eru til staðar.

Hvølpaskeið umfatar eisini venjing í handfaring og vanliga røkt av hvølpunum.

Eisini verður undirvíst í hundaatferð og hvussu tú sum eigari kann nýta hetta í gerðandisdegnum, og á tann hátt fyribyrgja ymiskum trupulleikum, ið kunnu stinga seg upp.

Tú lærir at geva hvølpinum góðar vanar, soleiðis at tú fær ein vælvirkandi hund, ið tú kann hava stóra gleði av í nógv ár framyvir.

Tú kann tekna teg til næsta hvølpaskeið HER