Ansa eftir hundinum á nýggjárinum

So er nærkast nýggjársaftan aftur.

Hevur tú hund, sum ræðist fýrverk, so finnst ein rúgva av øllum møguligum, sum kanska kann hjálpa hundinum at koma sum frægast gjøgnum alt buldrið.

Djóralæknarnir hava sjálvandi ymiskan sissandi heilivág. Í onkrum førum skal hundurin byrja viðgerð við sissandi heilivági nakrar dagar áðrenn nýggjársaftan, og í øðrum førum, skal heilivágurin gevast bara nakrar tímar áðrenn fýrverkið verður skotið.

Hevur hundur tín tørv á sissandi heilivági frá djóralæknanum, fara so til djóralæknan beinanveg, og fá rætta vegleiðing haðani.

Onkrir av teimum handlum, sum selja ymiskt til djór, selja eisini ymiskt sissandi. Hetta er mest náttúruheilivágur ella hondkeypsheilivágur, ið ikki krevur recept frá djóralækna. Velur tú hesa loysnina, so les væl tað, ið stendur skriva á seðlinum, sum skal fylgja við, soleiðis, at tú handferð hetta rætt og gevur rætta nøgd. Yvast tú í nøkrum, er altíð best at spyrja hjá djóralækna áðrenn tú gevur hundinum hondkeypsheilivág.

Onnur ráð eru eisini, td. Thunder shirt og thunder wrap.

Vit heita tó á ALLAR hundaeigarar, um at ansa eyka væl eftir hundinum hesar komandi dagarnar. Hvørt nýggjár blíva hundar burtur, og tað er tíverri komið fyri, at hundurin ikki kemur aftur í aftur.

Sjálvt tann mest rólig hundurin kann fáa ein so ógvusligan hvøkk, at hann stingur av ella gerst sera bangin fyri fýrverkið.

Hav hundin í bandið, tá hann ikki er á væl innihegnaðum økið, og um tú hevur garð rundan um húsini, har hundurin vanliga er sjálvur, so avmarkað hvussu nógv hundurin er úti einsamallur. Hugsa um, at børn og ungdómar í grannalagnum kanska ikki hugsa um hundin hjá tær, um tey fara út at skóta okkurt smávegis fýrverk næstu dagarnar.

Sjálvan nýggjársaftan er best at lata hundin sleppa ein góðan túr tíðliga um dagin, har tú kanska eisini venur eitt sindur við honum, soleiðis at hundurin er hóskandi motioneraður og aktiveraður fyri dagin. Er hundurin ”nøgdur” hevur hann lættari við, at slappa av restina av degnum. Far út við hundinum, soleiðis at hann kann gera seg reinan, so mikið tíðliga um kvøldið, at hann ikki hevur fyri neyðini at fara út at pissa aftur fyrrenn liðugt er at skjóta.

Hav hundin í einum rúmi, har ljósið er tendra og hav útvarp ella sjónvarp tendra, soleiðis at tað køvir tað mesta av fýrverks ljóðinum. Verð inni hjá hundinum, og lat hann sleppa at goyma seg, um hann hevur brúk fyri tí. Um hundurin hjá tær hevur brúk fyri tí, so lat hann sita hjá tær ímeðan tú heldur um hundin.

Líkamikið um tú situr hjá hundinum, ella um hundurin liggur undir borðinum hjá tær, so verð rólig/ur. Um tú er rólig/ur so hevur hundurin tað eitt lítið sindur betri eisini.