Okkara venjingarøki
Vit hava síðani 2011 hildið til við Leynavatn. Her hava vit tey árini skipa fyri venjingum og kappingum.
Eitt sindur um vatni
Vatnið er í Kollfjarðardali og er mark millum hagarnar í Kollafirði, Leynum og Kvívík. Í gomlum døgum hevur navnið Leynavatn helst bara verið brúkt av ferðafólki til gongu gjøgnum Kollfjarðardal. Leyningar róptu tað bara “Vatnið” og søgdu “Frammi á Vatni”. Í Kollafirði eitur tað Breiðavatn, og kollfirðingar siga “Frammi við Breiðavatn” ella “Frammi á Breiðavatni”. Her skal nevnast at hini bæði vøtnini í Kollfjarðardali verða saman rópt Mjáuvøtn.
Kunning
Venjingarøki okkara frammi við Leynavatn er tøkt frá mai til oktobur .
Tá skipa verður fyri venjing, tiltøkum, hundatreffum, og annað skulu hesar reglar haldast :
- Alt órudd og allir hundalortar skulu takast upp og beinast burtur. Skrellispannir eru á økinum og eisini er skrellispann við wc, sum er uppi við landsvegin.
- Venjingarútgerðin á økinum kann einans brúkast við loyvi frá FcH!
- Hundarnir skulu, undir ongum umstøðum, órógva seyð, gæs ella fuglalívið, sum er við Leynavatn.
- Hundarnir skulu undir ongum umstøðum, órógva fólk, sum annars eru á økinum t.e. sílafiskarar, campingfólk, fólk sum ganga túr, v.m.
- Hundar, sum eru á sandinum, skulu verða í bandið, ella saman við fólkið, ið hevur fult ræðið á hundinum.
- Í teimum førum, har onnur enn venjarar hjá FcH skipa fyri hundatreffum, skal ein ábyrgdarpersónur verða, ið syrgir fyri, at hesar reglur verða hildnar.
- Um hundar verða sleptir leysir, er hetta fyri eigarans egnu ábyrgd.