Ansi eftir hundinum, tá tit ganga túr

So nógvar snúsposar tóku vit upp nú eitt kvøldið, vit gingu ein heilt stuttan túr við hundinum.

Hesir snúsposarnir kunnu verða lívshættisligir, um hundurin etur ein slíkan. So hevur tú hund, sum hevur lindi, at koyra alt í munnin, sum hann sær, so ræður um, at verða eitt sindur varin.

Hevur tú illgruna um, at hundurin hevur svølgt ein av hesum ólukku snúsposum, og hundurin ikki sjálvur spýr snúsposan uppaftur, so er at fara til djóralæknan soleiðis, at hundurin fær eitthvørt, sum fær hann at spýggja snúsposan uppaftur.

Í sama økið, sum vit tók snúsposarnar upp, lógu allir hesir rustaðu seymirnir í sandinum.

Eg rokni við, at onkur hevur brent bál, og hevur brúkt plattar sum brenni, og hevur ikki tikið seymirnar.

Tað er skjótt, at hundurin fær skaða í labbarnar, um hann rennur við fullari ferð í eina slíka rúgvu.

Kanska uppaftur verri er, um eitt ross stígur í eina slíka rúgvu. Tá kann skaðin á hógvarnar gerast sera stórur.

So ansi eitt sindur eftir, tá tit fara túr.