Føroya  Hundaførarafelag

Føroya Hundaførarafelag er eitt áhugafelag ið skipar fyri hundavenjing, kappingum og royndum. Eisini hevur felagi til endamáls, at betra um viðurskifti hjá hundaeigarum, og djórum yvirhøvur.

Felagið skipar fyri hundavenjing ymsa staðni í landinum. Allir hundar, líkamikið stødd, aldur og uppruna, kunnu luttaka í venjing felagið skipar fyri.

Søgan hjá Føroya Hundaførarafelag

Felagið var stovnað 30 august 2009. Avgjørt var beinanvegin at vit skulu søkja um limaskap í DcH. Vit vældu DcH tí hetta felagið setur hundin fremst, síðani rasuna og ættartalvuna.

Harafturat hevur DcH sera góðar útbúgvinarmøguleikar fyri øll tey, ið kunnu hugsa sær, at hava hundavenjing sum frítíðarítriv.

Felagið var stovnað 30 august 2009. Avgjørt var beinanvegin at vit skulu søkja um limaskap í DcH. Vit vældu DcH tí hetta felagið setur hundin fremst, síðani rasuna og ættartalvuna.

Felagið var stovnað 30 august 2009. Avgjørt var beinanvegin at vit skulu søkja um limaskap í DcH. Vit vældu DcH tí hetta felagið setur hundin fremst, síðani rasuna og ættartalvuna.

Felagið fór eisini beinanvegin undir at útbúgva fleiri venjarar. Hesi fóru undir útbúgving hálvan septembur 2009 og fingur prógv sum hundavenjarar, í apríl 2010.

Í oktobur 2009 hevði felagið vitjan av Peder Søndergaard og Erik Hansen frá DcH og tá vóru seinastu fyrireikingarnar til limaskap í DcH fingnar. Felagi fekka tá navn Føroya Civila Hundaførarafelag uppá pláss. Fundirnir felagið hevði við teir báðar, styrkti bara um avgerðina, um at Føroya Hundaførarafelag skuldi gerast limur í DcH.

Longu í apríl 2011 fór felagi, umboða av forkvinnu Fríðhild Debes, Jakobinu Niclasen og hundi hennara Simba, til Danmarkar at kappast. Har gjørdist Simba besti hundaur á degnum, til Agility kapping í Give

Í oktober 2014 fingu Rúni Sundberg Patursson og hundur hansara Fidor, góðkenning á fyrsta støði innan Mannatevjan. Hetta var somuleiðis fyrsta stig í, at menna bjargingararbeiði við hundum í Føroyum.

Í mai 2015 hevði Føroya Hundaførarafelag evnið “Leysgangandi hundar” á breddanum. Hetta evnið leiddi til gott kjak á sosialu miðlunum, umframt Føroya Hundaførarafelag var umboða í Góðan Morgun Føroyar sendingin í KVF.

Í oktober 2015 fingu vit okkara fyrstu atferða rágevur í Føroyum. Karin Kruse og Anna Mai Nattestad, fingu eftir eitt ára lærutíð, handa prógv í Danmark.

Á eykaaðalfundi  29 mars 2017, var samtykt, at uppsiga limaskapin í Danmarks civile Hundeførerforening. Landafrøðiliga frástøðan, gjørdist ein ov stór forðing, og er onki at ivast í, at limir felagsins fáa størri gagn av einum felagið við kappingum og royndum, tillagaðar føroyskum viðurskiftum, heldur enn at muga ferðast til Danmarkar at avgreiða slíkt.

Felagi skifti navn í 2017

Á aðalfundi 10 februar var nýggja búmerkið og nýggi samleikin hjá felagnum avdúkaður.

Felagi broyti tá til núverandi navni, Føroya Hundaførarafelag, har Civila datt burtur. Gamla navni, Føroya Civila Hundaførarafelag, sum kom frá atlimaskapi í Danmarks civile Hundeførerforening, var ikki mett sum longur hóskandi