Enduliga heima – eitt sindur um, at innflyta hund

Mánamorgunin 15 mai 2023, vóru vit báðar, Rhea og eg, endiliga í Føroyum.

Vit hava bíða leingi eftir Rheu. Gamli hundurin hjá okkum doyði í oktorbur mánaði í 2022, og tað var so heppið, at alarin, vit høvdu valt at keypa hvølp frá, paraði eina tík, sum var av teimum blóðlinjum, vit ynkstu okkum, vikuskiftið eftir.

Tíkin legði 6 januar 2023, og har var tíbetur ein tíkahvølpur til okkum.

Hvat ein eigur, at hava í huga, tá ein keypir hvølp, komi eg nærri inn á í eini seinni grein.

Í kapittul 2 í kunngerð nr. 82 frá 18. mai 2021 um at innflyta hundar, kettur og gitnaðarevni, stendur, millum annað :

 ”§ 4. Tað er bannað at innflyta hundasløg, sum kunnu vera vandamikil fyri fólk ella djór.

Stk. 2. Forboðið í stk. 1 fevnir um hundasløg, sum upprunaliga eru ald til bardaga, varðhald, jakt ella verju, hava eitt ágangandi ella tvísint sinnalag og eru sterk ella harðfør. Forboðið í stk. 1 fevnir eisini um hundasløg, sum kunnu hava aðrar óynsktar eginleikar.”

Hendan orðing er so breið, at alt eftir hvør tulkar hesa orðing, so kann landsdjóralæknin nokta innflutingi av flestu hundasløgum. Flestu hundar eru upprunaliga aldir soleiðis, at teir høvdu eitt arbeiði, og sostatt kunnu teir bólkast sum aldir til jakt ella verju. Eitt nú var Yorkshire Terrier upprunaliga brúktur sum rottufangari, og tað krevur so sannuliga ein sterkan og harðføran hund. Sama er galdandi fyri flestu røktingarhundar; ein Border Collie, sum ikki er sterkur ella harðførður, hóskar seg illa sum seyðahundur.

Rhea er ein sjefarahundur, so áðrenn eg yvirhøvur fór til Danmarkar at vitja og avgreiða keypið, tosaði eg við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, fyri at tryggja mær, at eg kundi innflyta ein sjefarahund.

Svarið haðani var, at tey plaga at geva innflutningsloyvið til sjefarahundar. Persónliga kundi eg hugsa mær, at innflutningsmannagongdin kundi byrja longu, áðrenn hvølpurin er keyptur, soleiðis at eg sum keypari, hevði eina skrivliga váttan uppá, at eg kann innflyta ein hvølp av hesum hundaslagið, áðrenn keypi er avgreitt, og mann hevur funnið sær ansing til hvølpin og so víðari.

Tá Rhea var 12 vikur, skuldi hon til djóralækna, og fáa tær koppsetingar, ið eru kravdar, skal hvølpurin innflytast til Føroyar. Og ikki fyrrenn hon hevði fingið hesar koppsetingar, kundi eg søkja um innflutningsloyvið til hana.

Sí vegleiðing hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni HER

Djóralæknin, sum alarin vanliga brúkar, tók sær av koppsetingunum.

Umsókn um innflutningsloyvið skal verða Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í hendi, í seinasta lagið 6 yrkadagar áðrenn ferðin til Føroyar byrjar. Gjaldið fyri innflutningsloyvið er, frá 1/6-2023, 700,00 kr, og skal hetta verða goldið áðrenn umsókn um innflutingsloyvið verður send. Kvittan fyri hetta gjaldið, skal sendast saman við umsókini.

Umsóknin, ið skal váttast og útfyllast av djóralækna í útflytara landinum, sæst HER

Viðgerðin av umsókini um innflutningsloyvið gekk skjótt, og heilt stutt eftir, at umsóknin var send, fekk eg boð um, at umsóknin var viðgjørd og fyribils góðkend. Umsókin verður nevniliga ikki endaliga góðkend, fyrrenn innflytari sendir heilsuváttan til Heilsufrøðiligu Starvsstóvuna.

Tveir yrkadagar áðrenn heimferðin byrjaði, skuldi Rhea so aftur til djóralæknan.

Aftur hesuferð, vóru vit hjá djóralæknanum, sum alarin vanliga brúkar. Hesuferð skuldi Rhea viðgerast fyri orm, lús, loppu, skógarmottur og aðrar snýkar. Eisini var hennara heilsustøða neyvt kannað, soleiðis at djóralæknin kundi vátta, at hann metti at hon ikki fór at hava heilsuligar trupulleikar av ferðin til Føroyar.

Sí heilsuváttan HER

Vit vóru hjá djóralæknanum klokkan 8:00 um morgunin, og kl 8:30 var heilsuváttanin send til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Longu seinnapartin sama dag, kom teldupostur við endaligum innflutningsloyvið.

Innflutningsloyvið skuldi skrivast út, og havast við til check-in og til tollararnar í Føroyum.

Alt samskftið við, og kunning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, gekk bæði skjótt og væl, og tey veittu okkum eina sera góða og greiða tænastu.

Tað ber til at flyta hundar til Føroyar bæði við flogfarið og við skipið. Eg yvaðist onga løtu í, at vit skuldu ferðast til Føroyar við Norrønu, tí fór eg við flogfarið, skuldi Rhea verða í lastarúminum á flogfarinum. Við flogfarið er nevnuliga einans loyvt at hava hund við inn í kabinuna, um hundurin og ferðataskan íalt viga 8 kilo ella minni. Eg havi fingist so mikið nógv við hundar seinastu 25 árini, at tað skuldi ikki fallið mær inn, at latið ein hundahvølp siti í lastarúminum í einum flogfarið til Føroyar. Vit vita øll, at lendingin í Føroyum stundum kann verða avbjóðandi, og at tað meira enn so kemur fyri, at flogfarið ikki fær sett seg, og tí má bíða í antin Noregi ella Íslandi í fleiri tímar. Slík viðferð kann ávirka hvølpin sera nógv, so tann tjansin tók eg avgjørt ikki. Um vit fara av landinum aftur, tá Rhea er vaksin, so kann verða, at vit fara við flogfarið – livst so spyrst.

Komnar til Hirtshals, skuldi innflutningsloyvið vísast í check-in. Har var kannað eftir, um chipmerkið, sum Rhea hevur undir húðini, hevði sama nummar, sum tað, ið stendur á innflutningsloyvinum.

Í check-in verður innflutningsloyvið undirskriva, vegna flutningsfelagið – í hesum føri Smyril Line, og so er klárt at fara umborð.

Eg fekk onga kunning frá Smyril Line um nakað sum helst viðvíkjandi ferðini. Um eg ikki hevði spurt sjálv, tá eg fór til Danmarkar, við Norrønu, hevði eg ikki vita av, at eg fyrst skuldi til móttøkuna umborð á Norrønu, har eg fekk útflýggja lykil til hundarúmið. Saman við lyklinum til hundarúmið, fekk eg eisini lykil til lásið á sjálvum búrinum, sum eg hevði bílagt til Rheu. Mann skal gjalda 200,00 kr í depositum fyri lykilin.

Ei heldur var eg kunna um, at innflutningsloyvið skuldi vísast í móttøkuni.

Tað hevði verði ordiliga gott, um mann kanska fekk hesa kunning, tá mann keypti ferðaseðilin og bílegði djórabúr.

Umstøðurnar at hava hund við umborð á Norrønu, eru annars avbera góðar. Eitt stórt og gott afturlatið rúm er á tí partinum av Norrønu, har einans starvsfólk hava atgongd. Ferðandi, sum hava hund við, hava so sjálvandi eisini atgongd til hetta økið. Hetta rúmið er læst, og einans tey, ið hava djór við á ferðini, hava lykil til sjálvt rúmið.

Inni í hesum rúminum, eru so sjálvi hundabúrini. Tað er heingilás til hvørt búrið, so tað er bara tann, sum hevur lykil til heingilásið, sum sleppur inn til hundin.

Ein kundi kanska ynkst sær, at tað bar til, at seta eitthvørt upp frammanfyri hurðina til sjálvt hundabúrið, soleiðis at hundarnir ikki sóu hvat annars fyrifórst í rúminum. Hendan túrin vóru nevniliga tveir aðrir hundar við. Hesir báðir vóru knapt so glaðir fyri, at eg kom inn eftir Rheu, og teir vóru so slett ikki glaðir fyri, at Rhea kom innaftur í rúmið. Eitthvørt sum hevði tikið eitt sindur av útsýninum hjá hesum báðum, hevði uttan yva verði gott hjá, bæði teimum, og Rheu at havt.

Starvsfólkini umborð á Norrønu vóru annars bæði fitt og blíð. Og tóku tey sera væl ímótið Rheu, og heimferðin gekk av tí allarbesta.

Seinasti steðgur var hjá tolleftirlitinum. Og tá spyr tollarin eftir EU passinum hjá Rheu. Eftir at verða komin til hús, havi eg lisið alla kunngerðina um innfluting av hundum, og ongastaðni verður EU pass til hundar nevnt. Rhea hevði sjálvandi EU pass, so tað var ongin trupulleiki. So kanska tey, ið ætla at innflyta hund, bara fáa sær EU pass til hundin. Koppsetingarnar, ið krevjast til EU pass, eru nakrar av teimum somu, sum verða kravdar til innflutningsloyvið.

Frá tolleftirlitinum fekk eg so eisini at vita, at strangt tikið, so skuldi hundurin sita í búrið, líka til tolleftirlitið hevði undirskriva innflutningsloyvið. Hesum visti eg so heldur ikki av. Og eg haldi heldur ikki, at hetta er nevnt í kunngerðini.

Hinvegin, so eri eg ikki løgfrøðingur, so tað kann jú eisini væl verða, at tað eri eg, sum ikki dugi at tulka kunngerðina rætt.

Hvat innflutningi viðvíkur, so eru hundahvølpar at rokna sum øll onnur vøra. Og júst sum við allari aðrari vøru, so sum neglaklipparum og kanel, so skal meirvirðisgjald gjaldast av hundahvølpinum. So tað er skilagott, at hava keypssáttmálan við sær.

Vitjanin hjá tolleftirlitinum gekk, hóast alt, bæði skjótt og væl, og lítla løtu vóru vit báðar á veg til hús.