Venjarar á skeið í Danmark
Í Føroya Hundaførarafelag, leggja vit okkum eftir, at hava væl útbúnar hundavenjarar.
Onkuntíð fáa vit vitjan av útlendskum venjarum, sum so hava skeið fyri venjarum her heima, og onkuntíð fara venjarar okkara av landinum á skeið.
Í ár valdu vit, at senda fleiri av venjararunum til Danmark, har ymiskt áhugavert var á skránni
Fyrsti dagurin í Danmark, fór við agility og hoopers venjing.
Brynhild Seloy, sum hevur undirvíst í agility seinastu árini, luttók í agility undirvísing.
Til undirvísingina hendan dagin, vóru fleiri ymisk hundasløg, og tað var stuttligt at síggja, serliga væl klipta, stór puddil hundin, sum dugdi sera væl at renna agility.
Eisini luttóku fleiri heilt dugnaligir hundar, so Brynhild fekk eina rúgvu av íblástrið til agility undirvísing her heima hjá okkum
Klæmint T. Myllhamar, ið fer at undirvísa í Hoopers, luttók í Hoopers undirvísing.
Hoopers er rímuliga nýtt í Danmark, og í ár verður Hoopers á skránni hjá Føroya Hundaførarafelag, fyri fyrstu ferð.
Eisini í Hoopers luttókum fleiri ymisk hundasløg, og var tað áhugavert at síggja, hvussu ymiskt hesi ymisku hundasløgini loysa uppgávuna.
Aftaná eitt ár við Hoopers venjing við egnum hundi, luttøku á Hoopers skeið í Føroyum í seinasta ár, og so luttøka í Hoopers undirvísing í Danmark hesuferð, er Klæmint væl fyrireikaður at byrja Hoopers venjingina hjá Føroya Hundaførarafelag
Aftaná agility og Hoopers venjing, hildu vit leiðina áfram til Viborg, har Neil Short hevði tveir daga skeið hjá Indog Elite Center.
Neil Short býr í Englandi, men hann er regluliga í Danmark og undirvísir.
Neil Short tekur útgangsstøðið í hundi og eigara, og skipar sína undirvísing eftir hesum. Hann dugir sera væl at fáa eigaran at kenna seg væl, og ávirkar hetta beinanvegin hundin og eisini sjálva venjingina.
Undirvísingar hátturin hjá Neil Short er eitt sindur øðrvísi enn tað, vit vanliga síggja, og gav hetta heilt víst nógv góð hugskot til okkara egnu venjing og undirvísing.
Saman umtikið, eitt gott og áhugavert skeið.
Seks av venjarum felagsins luttóku á skeiðnum hjá Neil Short.