Gjald fyri innflutningsloyvi til hund, hækkar 1 juni 2023

Heilsufrøðiliga Starvsstova boðar í dag frá, at frá 1 juni 2023, hækkar gjaldið fyri innflutningsloyvið til hund, frá 345,00 kr til 750,00 kr.

Tá hundar verða innfluttir, ella tá fólk fara at ferðast, og hava hundin við, skal loyvið verða fingið til vega áðrenn ferðin byrjar. Hundaeigarar eru raskir at tryggja sær, at alt er í lagið áðrenn ferðin byrjar, og sambært Heilsufrøðilig Starvsstovuni, so eru teirra royndir tær, at viðgerðar tíðin fyri hvørt loyvið, er áleið 1 1/2 tíma, og er hetta orsøkin til príshækkingina.

Les eisini meira, á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovunu HER