Føroya Hundaførarafelag er eitt áhugafelag, og merkir hetta, at tey, ið skipa fyri venjingum felagsins, eru ólønt. Tó so, so fáa venjarar felagsins samsýning fyri ferðing, fyrireiking og líknandi, eins og felagið betalir teirra limagjald.

At læra til hundavenjara hjá Føroya Hundaførarafelag tekur 1½ til 2 ár. Áðrenn tú fer undir venjaraútbúgving, vænta vit, at tú hevur gingið til onkra hundavenjing við egnum hundi í minst eitt ár.

Somuleiðis vænta vit, at tú venur við egnum hundið ímeðan tú lærir til venjara og eisini heldur áfram við hesum eftir at tú hevur fingið prógv.

Aftaná 2 ára lærutíð, hevur tú vónandi staðið grundútbúgvingina og kann kalla teg hvølpa og familjuhundavenjara. Hevur tú hug at útbúgva teg meira, so hevur tú møguleika at útbúgva teg sum venjari og / ella dómari innan agility, rally,  lýdni, nose work, hoopers og hvat annað, tað nú skuldi verði. Eisini hevur tú møguleikan at útbúgva teg sum hundaráðgevi.

Vit í Føroya Hundaførarafelag vænta at venjarar halda seg dagførdan við tí, ið hendir innan hundavenjing.

Allar minsta kravi er, at tú venur við egnum hundi. Hevur tú ikki luttikið í venjing við egnum hundi í meira enn 2 ár, missir tú rættin at kalla teg venjara hjá Føroya Hundaførarafelag . Ætlar tú tá at byrja at undirvísa aftur, skal tú taka grundútbúgvingina av nýggjum.

So ofta tað ber til, skipar Føroya Hundaførarafelag fyri skeiðum fyri venjarum felagsins, har vit hava útlendskar undirvísarar, ið hava drúgvar royndir innan hundavenjing.

Fyri Føroya Hundaførarafelag hevur tað stóran týdning, at teir venjarar, ið verða bodnir hendan vegin at undirvísa venjarum felagsins, eru væl dagførdir við tí, ið hendir innan hundavenjing. Føroya Hundaførarafelag brúka tí nógv tíð og orku uppá at finna júst tey røttu fólkini.

Hevur tú hug at gerast hundavenjari hjá Føroya Hundaførarafelag, so send okkum ein teldupost á fch@fch.fo