Okkara leitingarhundar mannatevja

runifidormannatvjan

Rúni og Fidor fingu í 2014 góðkenning á fyrsta støði innan mannatevjan.

Mannatevjari er heiti á einum hundi, ið leitar eftir einum persóni, út frá hansara persónliga lukti.

Øll menniskju lukta ymiskt, alt eftir okkara ílegum, aldur, lívsstíli. Tað er somuleiðis stórur munur á ein barnið, tannáringi, vaksnum. Eisini er stórur munur á kyni.

Okkara serstaki luktur finst millum annað í teimum nógvu túsund av húðkyknum vit missa. Eitt menniskja missu í miðal 40.000 húðkyknur um minuttin. Tvs. umleið 666 um sekundi. Hesar kyknur leggja seg víða um, og tað er serliga hesum ein mannatevjara hundur leitar eftir.
Okkara egni persónligi luktur verður framleiddur úr okkara sveitta- og tálgkertlum, ið vit hava á kroppinum. Tá vit anda, útskilja vit eisini nógv ymisk angandi evnið.

Ein sporhundur fylgjur vanliga fótafetunum á slóðini, frá slóðlegjarinum. Ein mannatevjari fylgir umframt hesum eisini tí persónliga luktinum í verður fluttur av vindinum. Tað er ikki óvanligt hjá einum mannatevjara, at fáa beinleiðis luktin av einum persóni, og hyggja burtur frá slóðini. Tvs. gongur beint eftir persóninum, og ikki har hann hevur gingið.

Hví Mannatevjing

Vit venja hetta fyrst og fremst, tí hetta er stuttligt hjá førara og hundi.

Men vit hava eisini tað fyri eiga, at í framtíðini kunna gera góða nyttu burtur úr hesum. Vónandi kunnu vit innan stutta tíð, bjóða okkara tænastur fram til bjargingarfeløgini í Føroyum.

Hvat fyri hundur kann nýtast til mannatevjan

Aldurin á hundinum er ikki so umráðandi. Men tað ið er avgerandi er, at hundurin er motiveraður til, at arbeiða.

Krøv til hundaførara

Tað er sera umráðandi, at hundaførarin dugir væl, at lesa hundin. Tvs. hundaførarin skal síggja um hundurin arbeiðir, um hann hevur mist slóðina ella hevur valt eina aðra slóð. Tað kunnu vera nógv órógv sum eitt nú seyður, onnur fólk, hundar, skarn frá djórum og matur.

Hundurin tekur 90% av avgerðunum, men tey 10% hjá hundaførarinum kunnu verða avgerandi.

Hendan venjing krevur av hundaførara, at hann megnar sjálvstøðuga venjing við hundinum. Tí er tað viðmælt, at hava royndir frá aðrari venjing.

VIÐTØKUR FYRI FØROYSKIR LEITINGARHUNDAR

§ 1. Navn felagsins er Føroyskir Leitingarhundar. Felagið heldur til í Føroyum

§ 2. Felagið er áhugafelag og hevur sum endamál, at venja bjargingarhundar í Føroyum. Felagi skal vekja ans fyri bjargingararbeiði, við at venja toymi við fólk og hundi so tey eru før fyri, at leita. Felagið eigur at samstarva við onnur feløg við sama endamáli og má kunna ganga í landsfelagsskap við øðrum bjargingarfeløgum í Føroyum. Tá stórur partur av arbeiðis felagsins er, at venja hundar, hevur felagi, fyri at hækka um fakliga grundarlagi, tætt samstarv við Føroya Hundaførarafelag. Feløgini hava í vissan mun, felags skipanir, í skulu tryggja rakstur hjá felagnum.

§ 3. Sum limir kunnu gerast feløg og einstaklingar.

§ 4. Limagjaldið verður ásett av ársaðalfundinum. Limagjaldið fellur til gjaldingar 1. apríl á hvørjum ári. Kvittan fyri limagjald er atgongumerki til felagið. Limir, ið ikki hava goldið aftaná tvær krevjingar, missa limarættin.

§ 5. Felagið heldur ársaðalfund hvørt ár, seinast í novembur mánaði. Aðalfundur verður lýstur alment við 8 daga freist við hesi dagsskrá: 1. Frágreiðing um felagsins virki í farna árinum 2. Framløga av á jour førdum roknskapi 3. Val av nevnd 4. Val av grannskoðara 5. Ymiskt

§ 6. Aðalfundurin hevur hægsta ræði í øllum viðurskiftum felagsins. Atkvøðurætt á aðalfundi hava allir limir. Kommunur ella feløg verða umboða av einum limi hvør. Eykaaðalfundur kann haldast, tá nevndin avger tað. Í øðrum førum kunnu í minsta lagi 25 limir krevja eykaaðalfund við samstundis at tilskila eina dagsskrá. Aðalfundurin velur ein fundarstjóra til at stýra fundinum. Allar avgerðir á aðalfundinum krevja vanligan meiriluta. Lógarbroytingar og avtøka av felagnum kunnu bert gerast á ársaðalfundinum og krevja 2/3 meiriluta av teimum, sum møttir eru.

§ 7. Í nevndina verða valdir 3 limir, sum sita til næsta vanliga ársaðalfund. Nevndin skipar seg sjálva. Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni, kassameistara. Nevndin velur sjálv skrivaran, sum kann vera uttanfyri nevndina hjá Leitingarhundar Føroyar. Nevndin hevur fund, tá ið formaðurin ella næstformaðurin kallar til fundar, ella í minnsta lagi eina ferð um fjórðingsárið. Fundirnir eru viðtøkuførir, tá ið allir 3 limir eru á fundi, og allar avgerðir krevja vanligan meiriluta. Formaðurin hevur ábyrgd av, at gerðabók verður førd um tað, sum fer fram á fundunum. Kassameistarin hevur ábyrgd fyri, at limagjald verður uppkraft og roknskapur førdur.

§ 8. Nevndin ger eina til eina og hvørja tíð tíðarhóskandi arbeiðsreglugerð.

§ 9. Roknskaparárið hjá felagnum er frá 1 oktober til 30. september. Roknskapurin skal førast á ein lætt skiljandi hátt soleiðis, at man hevur yvirlit. Roknskapir og skjøl skulu goymast í minsta lagi 5 ár eftir góðkenning. Nevndin hevur fíggjarliga ábyrgd av felagnum. Meirilutin av nevndini skal altíð góðkenna nýggjar íløgur og annað, ið hevur útreiðslur við sær. Um felagið skal skuldarbindast við lántøku, skulu allir nevndarlimirnir verða samdir um hetta. Fulltrú til konti felagsins skulu verða undirskrivaðar av formanni, næstformanni og kassameistara felagsins. Felagi kann við góðkenning frá nevndini hava uttanhýsis kassameistara, ið ikki er partur av sjálvari nevndini