Hjá Føroya Hundaførarafelag eru vit trýggjar, sum veruliga eru blivnar bitnar av Nose Work. Brynhild Seloy við Píl, Erla á Smið við Joy og eg sjálv, Fríðhild Debes við Litla Sprell. Vit venja saman minst eina kvøld um vikuna, og annars venja vit sjálvar. Tá ið vit venja saman, skiftast vit um at fyrireika venjingina.

Grundhugsanin aftan fyri Nose Work er, at tað skal vera stuttligt fyri bæði hund og eigara, og tað var við hesum í huga, at eg fór út at fyrireika venjing í kvøld.

Venjingin hesa ferð var á økinum Lyfta á Sandvíkarhjalla. Økið hóskar sera væl til Nose Work, og tað bar væl til at skipa venjingina soleiðis, at vit kundu royna okkum á teimum fýra økjunum, sum verða nýtt í kappingum og royndum í Nose Work. Hesi økini eru: at leita í eskjum, at leita á einum bili, at leita á einum uttandura øki og at leita á einum innandura øki. Men tá ið vit nú høvdu so góðar umstøður, hví so ikki gera tað ordiligt og gera eina óalmenna roynd í Nose Work. Jú, væl bar til. Fekk tvey dugnalig fólk at goyma lukt, taka tíð og annars hava ábyrgd av, at alt fór rætt fram. Fekk pakkað onkrar smávegis vinningar og fekk yvirtalað forkvinnuna í Huff at selja mær 3 rosettir, sum lupu av á seinastu hundasýning, og so var klárt at fara í gongd.

Les meira um Nose Work

At hundur hevur gott tev, vita tey flestu. So at finna nakrar dropar av lavendellukti er neyvan nakar trupulleiki hjá nøkrum hundi. Avbjóðingin er at læra tann tveybeinta at síggja, nær hundurin hevur funnið luktin, sum leitað verður eftir og at boða dómaranum frá hesum júst í røttu løtuni. Hetta samstarvið millum hund og eigara er tað stuttligasta við Nose Work.

Sum førari hevur tú einki í at velja enn at hava álit á, at hundurin hjá tær nokk skal finna tað, tit leita eftir. Hvørja ferð tú hevur lønt hundinum fyri at gera tað, hann dugir allarbest – nevniliga at snodda – gerst sjálvsálitið og arbeiðsgleðin hjá hundinum bara størri og størri. Tað er ein góð kensla at síggja hundin mennast og gerast glaðari fyri hvørja venjing.

Tær tríggjar Píl, Joy og Lítla Sprell funnu allar ampullirnar við lavendellukti upp á eina lítla løtu. Og vit tríggjar Brynhild, Erla og eg vóru førar fyri at síggja, nær hundar okkara høvdu funnið luktin, so vit fóru til hús við hvør sínum pakka av hundabommum og hvør sínari lillalittari rosett – eitt prógv um, at samstarvið millum okkum og hundar okkara er á eini góðari leið.