Millum 31 august til 02 september skipaði IRO (International Rescue Dog Organisation) fyri MRT (Mission Readiness Test) roynd í París. Royndin hevur til endamáls, at góðkenna hund og hundaførara, til veruliga bjargingar uppgávur. Góðkendu toymini kunnu sendast út til katastrofu rakt øki í øllum heiminum, ið eru rak at náttúruvanlukkum.

Tað vóru hesar tríggjar dagarnar 18 hundar meldaðir til. Luttakarar vóru at finna út hesum londum: Danmark, Týsklandi, Frankaríki, Eysturríki, Hollandi, Slovenia, Slovakia, Italia, Ungarn og Japan. Hjálparar og dómarar vóru harafturat úr enn fleiri londum, harímillum eitt umboð úr Føroyum.

Næstformaður og hundavenjari okkara Rúni Sundberg Patursson, var at finna millum hjálparar fyri danska toymi. Hansara uppgáva sum hjálpari var, at hjálpa danska hundaføraranum, umframt at goyma seg, til ymsar hundar at leita eftir.

Hundarnir í luttóku vóru millum bestu hundarnir í heimunum innan sítt øki. Og tað var ein fragd, at síggja teir arbeiða so væl. Samstundis sum støði var sera gott, so vóru uppgávurnar sera torførar. Har nógv gjørt fyri, at gera uppgávurnar so veruligar sum gjørligt.  Larmur so sum arbeiðsamboð og tónleikur var, at hoyra. Matarburturkast var eisini at finna ymsastaðni.

Hundarnir leitaðu skiftivís alt døgnið runt. Hjálparar fingu eisini uppgávur kl 05.00 um morgunin, tvs niður í eitt hol, at goyma seg í fleiri tímar, ímeðan leita var eftir einum.

Tá ið alt kom til alt, so stóðu 10 av 18 hundum MRT royndina.