Turid Thomsen

Hvat fær fólk at ganga fót fyri fót eini 100, 200, 500 fet ella meir? Og at bukka seg niður líka so ofta og leggja ein lítlan góðbita í fótasporið? Aftaná hetta bíða tey ein hálvan til ein heilan tíma, meðan tey drekka kaffi og te, eta okkurt afturvið og práta. Síðan fara tey við hundinum í einari langari sporlínu og ganga júst somu leið, sum tey frammanundan sjálvi hava gingið og lagt góðbitar í. Alt gongur við sniglaferð, og tey síggja út til at hava sera góða tíð.

Tey flestu eru í regnklæðum ella termodrakt, í húgvu og handskum og í gummistyvlum. Tá sólin skínur eina løtu, endar onkur jakki á einum hegnpela saman við húgvuni. Tá tað oysregnar, ella eitt frekt heglingsæl kemur framvið, standa tey og kroka undir viðførislúkuni á einum Berlingo. Uttan mun til veðrið síggja tey út til at hugna sær. Hundarnir sita róligir og bíða í bilinum, og okkurt goyggj hoyrist av og á. Sæð uttanífrá sær hetta hvørki út til at vera serliga spennandi fyri fólk ella hundar. Men tey flestu fólkini hava gingið til sporvenjing við hundi sínum í nógv ár; onkur eini 4-5 ár og onnur heilt upp í 8 ár. So okkurt hugtakandi man vera við hesum hundaítrótti.

Sum kunnugt hava hundar eitt serstakliga gott tev. Teir tevja luktir, sum vit menniskju als ikki vita av; eisini í langari frástøðu. Úti eru nógvir ymiskir luktir, og hundarnir tevja teir allar. Um ein hundur skal vísa serligan áhuga fyri einum ávísum lukti, má hundurin læra at savna seg um júst tann luktin. Tað er tað, sum t.d. hashhundar, bjargingarhundar og aðrir brúkshundar hava lært. Í hesum føri skal hundurin læra at fylgja slóðini hjá eigaranum, og ongan áhuga vísa fyri øllum hinum luktunum rundanum, sum t.d. luktinum frá gása- og seyðalorti, fugli, seyði, fólki og øðrum. Fyri at hundurin skal læra hetta, verða góðbitar lagdir í sporið, har eigarin gongur. Soleiðis lærir hundurin at knýta slóðina hjá eigaranum saman við onkrum góðum at eta. At byrja við eru fetini stutt og góðbitarnir samsvarandi tættir, seinni leingjast fetini og eisini fjarstøðan ímillum góðbitarnar. Eitt spor kann gerast longri og torførari í tað óendaliga; eisini við t.d. bugum, síðuvindi, lutum á sporinum, sum hundurin skal vísa á o.s.fr. Tað týdningarmesta er, at sporið passar til hundin, so at hundurin upplivir tað sum nakað spennandi og tímir at fylgja slóðini, samstundis sum hann alla tíðina lærir meira.

Flestu hundum dáma væl at snodda, so teir flestu tíma væl at ganga spor, hóast tað er ójavnt, hvussu skjótt teir læra tað, sum krevst. Men hvat fær hesi tjúkt ílatnu fólkini til at brúka 2-3 tímar fleiri vikuskifti í fleiri ár upp á hetta? Hava tey kanska einki annað at gera í vikuskiftinum?

Eg gangi sjálv til sporvenjing; hetta er fjórða árið hjá Lui og mær. Eg kann bara siga, at róin á slóðini er fantastisk! Tá vit ganga sporið, draga Lui og eg í orðsins sanna týdningi somu línu, uttan at mær nýtist at siga eitt einasta orð. Vit eru einsamøll á leiðini, og bara lotið, sólin ella regnið fylgja okkum, meðan dalar og fjøll, vøtn og sjógvur eru okkara karmar. Venjingin og góða samstarvið løna seg veruliga, tá alt gongur upp í eina hægri eind hesa løtuna. Tá sporið er liðugt, tosa vit um, hvussu gekk, og hvat vit skulu gera næstu ferð. Lui fer aftur í bilin, eg fái mær heitt upp í krússið og gleði meg til at síggja næsta hund og eigara á sporinum, meðan eg práti við hinar luttakararnar og venjaran.

Summi telja bygdir, og onnur telja fjallatindar, har tey hava verið. Vit, sum venja spor við hundinum, telja fótafet, metrar, góðbitar, lutir og avbjóðingar á leiðini. Ikki tann stóri munurin eftir mínum tykki, tí eg vænti, at róin á slóðini er tann sama og hugnin eisini – bara allarbest saman við fýrbeinta vininum.

Filmsbrot har Turid og Lui venja spor