Hvat er Nose Work

Í Nose Work leita hundarnir ofta eftir lukti av lavendel

Nose Work er ein nýggj hundaítrótt, ið veruliga hevur tikið dik á seg í grannalondum okkara. Í Svøríki hava fyrstu almennu royndirnar verði, og í Danmark hevur Dansk Kennel Klub almannakunngjørt teirra vegleiðingar til hendan ítrótt (27/1-17). Væntandi gongur ikki long tíð, til hini hundafeløgini í Danmark eisini koma við teirra vegleiðingum.

Nose Work ítrótturin hevur íblástur frá tænastu hundum. Kanska serliga frá tænastu hundum, sum leita eftir rúsevnið ella spreingievnið og líknandi. Nose Work byrjaði í USA fyri áleið 10 árum síðani, og var upprunaliga ætla sum “ítriv” fyri teir mongu harra leysu hundarnar, sum sita í internatum runt um alt USA. Tað gekk tó ikki long tíð áðrenn hundaeigarar tóku hesa venjing til sín, og síðani tá hevur Nose Work bara vundið uppá seg.
Nose Work er lætt at venja. Tað krevst ikki nógv útgerð, og ei heldur krevst serligt venjingar økið. Tú kann venja Nose Work inni í stovuni hjá tær sjálvum, á einum parkerings økið, á einum ídnaðarøkið – ja, stutt sagt, kann tú venja Nosw Work allastaðni.
Í Nose Work leita hundarnir eftir lukti av lavende, eucalyptus og anis.

Nose Work er bygt upp við 4 ymiskum leiti støðum

Hundurin skal finna tann rætta kassan millum 10-12 ymsar kassar

Kassar
Í eini røð av 10 – 12 kassum, skal hundurin finna kassan/kassarnar har luktur er goymdur í

Uttandurða
Alt eftir hvørjum støðið hundurin er á, skal hundurin finna lukt, goymdan á einum avmerktum uttandura øki. Hetta økið kann verða ein grasvøllur, eitt parkeringspláss, eitt kai økið ella líknandi

Innandurða
Alt eftir hvørjum støðið hundurin er á, skal hundurin finna lukt, goymdur í rúmum, sum hava eina ávísa stødd.

Leita á bili
Her skal hundurin finna lukt, sum er goymdur á einum bili, traktori ella líknandi

Allir hundar, líkamikið slag, uppruna og aldur kunnu venja Nose Work. Hugsanin við hesi ítrótt er fyrst og fremst at styrkja samstarvið millum hund og eigara, á ein jaligan hátt.
Hugsanin aftanfyri Nose Work er, at hetta fyrst og fremst skal verða stuttligt, bæði hjá hundi og eigara, og er tað við hesum í tonkunum at venjingin eigur at verða løgd til rættis.
Onkur venjari hjá Føroya Hundaførarafelag er byrja hesa venjing, og vónandi kunnu vit bjóða skeiðir í Nose Work seinni í ár.

Lítla og Fríðhild Debes venja Nose Work