Allur ítróttur í Føroyum hevur í ár merkt smeitin av Korona farsóttini. Fyri flestu ítróttarfeløgini er hetta tó ein fyribils støða, og flestu feløg eru so smátt byrjaði sítt virksemið aftur, og vónandi gongur ikki long tíð, fyrrenn ítrótturin aftur kann virka sum vant.

Øðrvísi er tó við hundaítróttinum í landinum. Tey trý hundafeløgini Føroya Hundaførarafelag, Hundaeigarafelag Føroya og Seyðahundasambandið hava so nógv størri avbjóðingar enn Korona fyri framman.

Hoyringsuppskot

28 mai í ár fingu feløgini uppskot til kunngerð um at innflyta hundar, kettur og gitnaðarevnið til hoyringar. Tað var onki minni enn skelkandi, at lesa uppskotið, tí ætlanin er, at seta fullkomið bann fyri ferðing við hundum.

Harafturat gevur uppskotið landsdjóralæknanum óhoyrt víðar heimildir at forbjóða ávísum hundasløgunum.

Tað var onki minni enn skelkandi, at lesa uppskotið, tí ætlanin er, at seta fullkomið bann fyri ferðing við hundum.

Hetta er bæði synd og skomm, tí føroyskir hundaførara hava meira enn einaferð og tvær ferð prógva, at teir megna at fáa góð úrslit uttanfyri landoddarnar.

Føroyskt hundahald 20 ár aftur í tíðina

Í teimum londunum, vit á ítróttarøkinum oftast samabera okkum við, hevur hundaítróttur verði ein partur av hundahaldið í meira enn 100 ár. Dansk Kennel Klub var t.d. sett á stovn í 1897 og ISDS var stovna í 1873.

Inntil tað um aldarskiftið, gjørdist eitt sindur nemmari at ferðast við hundi, vóru vit meira enn 100 ár aftanfyri í menning av hundahaldið.

Tey trý feløgini í Føroyum hava, hvørt á sínum økið, gjørt eitt megnar arbeiði hesi seinastu árini, ið hevur lyft føroyskt hundahald uppá eitt nýmótans støðið. Verður kunngerðin broytt, so fer alt hetta arbeiðið fyri skeyti, og føroyskir hundaeigarar fara aftur, at standa langt aftanfyri fleiri av okkara grannalondum.

Hetta er bæði synd og skomm, tí føroyskir hundaførara hava meira enn einaferð og tvær ferð prógva, at teir megna at fáa góð úrslit uttanfyri landoddarnar.

Fyri menning av hjá hundafeløgunum, er tað sera umráðandi, vit framhaldandi sleppa, at ferðast uttanlands til eitt nú venjingar

Stórt afturstig fyri hundafeløg

Felagsnevnarin fyri tey trý føroysku hundafeløgini er menning. Menning innan venjing, kapping og aling.
Hendan menning steðgar fullkomiliga um tað ikki longur fer at bera til, at fara av landinum at luttaka í tiltøkum, har tey luttakandi kunnu koma heimaftur við, ikki bara góðum úrslitum, men eisini nýggjari vitan, sum verður borðin víðari til aðrar hundaeigarar.

Henda kunngerð hevur við sær, eitt stórt afturstig fyri menning hjá hundafeløgunum

Hendan menning steðgar fullkomiliga um tað ikki longur fer at bera til, at fara av landinum at luttaka í tiltøkum,

Uppskotið til nýggja kunngerð, gevur landsdjóra- læknanum heimild at forbjóða hundasløgum, sum á ein ella annan hátt hava eginleikar, sum vanliga verða sæddir sum jaligir í einum hundi.

Nýggj hundasløg á forboðs lista?

Í fleiri 1000 ár, hevur hundurin verði trúfasti fylgisveinurin menniskjans. Menniskja hevur ment ymisku hundasløgini soleiðis, at tey hava eginleikar, sum vit í dag njóta gott av.

Uppskotið til nýggja kunngerð, gevur landsdjóralæknanum heimild at forbjóða hundasløgum, sum á ein ella annan hátt hava eginleikar, sum vanliga verða sæddir sum jaligir í einum hundi. Tað eru uttan iva ymiskar meiningar um forboðin hundasløg, men um øll hundasløg, sum eru fim ella smidlig ella verða brúkt til veiðu ella verju ella eru sterk og harðførð, verða forboðin, so er ikki nógv gott eftir í at velja hjá komandi hundaeigarum.

Nevndu eginleikar eru nevniliga júst teir, sum eyðkenna ein frískan, sunnan og væl aldan hund, sum kann brúkast sum tænastuhundur, arbeiðshundur, kappingarhundur og sum vanligur familjuhundur.

Millum annað kunnu vælumtóktu Labrador hundarnir vera raktir av hesari kunngerð

Tað er mín vón, at landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen skilir hvussu ógvuslig ávirkan uppskotið um nýggja kunngerð um innflutning og ferðing við hundi v.m. hevur á hundahald í Føroyum.

Fríðhild Debes

Forkvinna

Føroya Hundaførarafelag