At fáa eina nýggja hundarasu góðkenda, krevur nógv arbeiði og ógvuliga málrættaða aling.

Men nú er tað so endiliga eydnast hjá Columbianska lívfrøingini Muamua Kubvumbi, at fáa sína nýggju hundarasu góðkenda hjá FCI. Muamua Kubvumbi hevur altíð haft hund, og serliga hevur hann hildið nógv av rottweilaranum og gravhundinum (dachshund).

Og nýggja hundarasan, sum hevur fingið navnið dachsweiler, er júst ein blanding av hesum báðum.