Turid Thomsen

Rally lýdni er ein grein í hundaítrótti; rally ólýdni er ikki. Kortini eigi eg ein hund, sum hevur verið meistari í báðum. Hvussu tað er møguligt, vendi eg aftur til.

Ætlanin er, at Lui ikki skal verða meistari í ólýdni aftur, hóast tað er ein herligur tittul.

Rally lýdni er ein sera væl umtókt ítróttagrein, sum byrjaði í USA í 1990’unum. Í 2006 vóru fyrstu almennu kappingarnar í Danmark, og í Føroyum byrjaði venjing hjá Føroya Hundaførarafelag í 2010. Í miðdeplinum eru samstarv millum hund og førara og samstarvsgleði. Tað er hvørki loyvt at skelda hundin ella at trýsta hann til nakað. Hinvegin er loyvt at tosa vinarliga og eggjandi við hann. At rósa hundinum er ein týdningarmikil partur av góða samstarvinum. Flestallir hundar kunnu luttaka í rally lýdni. Hjá Føroya Hundaførarafelag finnur tú m.a. hesi hundasløg: norskan lundahund, cavalier king charles spaniel, border collie, golden retrivara, sjefarahund, new foundlendara og fleiri blandingshundasløg.

Ein kapping í rally lýdni er bygd upp sum ein breyt við 10 – 15 skeltum, sum hundur og førari skulu ganga eftir. Tað er bert eitt fylgi – hundur og førari – inni í senn.  Hundurin skal seta seg við vinstru lið førarans, leggja seg, venda 360 stig til høgru, bakka nøkur fet o.s.fr. Hvørt fylgi byrjar við 100 stigum, og so verður trekt frá, so hvørt sum feilir verða gjørdir.

Tað løgna við feilum er, at tað altíð sær so fitt út, tá hinir hundarnir gera teir. Men tá tað eru tú og tín hundur, er tað hvørki fitt ella stuttligt. Dømi eru, tá ein labradorur – er hann nevndur, er hann kendur – hevur gingið næstan alla breytina uttan stórvegis mistøk, men so beint áðrenn síðsta skelti má pissa á okkurt serligt stað. Ella tá ein new foundlendari ikki klárar at standa ímóti freistingini at fara út í Leynavatn at svala sær á, áðrenn hann ger breytina lidna.

Í vanligu venjingartímunum læra vit at gera tey ymisku skeltini og venja, at hundurin skal ganga pent ímillum tey. Størsti munurin á venjing og kapping er, at undir venjing verða hundarnir løntir við góðbitum, og vit kunnu brúka klikkjara. Í kappingum er bara loyvt at geva hundinum góðbitar beint áðrenn og aftan á kappingina. Sama er galdandi fyri klikkjaran. Góðbitalønin og klikkjarin eru sera týðandi í læringini hjá hundinum, og tí kann vera torført hjá honum at hugsavna seg uttan – serliga tá hann ikki er nóg tryggur í ymisku venjingunum. Kappingar eru tískil sera avbjóðandi fyri bæði hund og førara.

Í rallykappingum eru fleiri flokkar. Lui hevur vunnið í byrjanarflokkinum og eisini onkuntíð í flokkinum fyri roynd og í opna flokkinum. Men tað er sjáldan, at tað gongur væl í teimum báðu seinnu flokkunum, har einki band er á hundinum. Í 2016 kláraði Lui seg væl aðru hvørja ferð, meðan hann aðru hvørja ferð bleiv koyrdur úr kappingini, tí hann lyfti beinið og pissaði onkustaðni. Tá hundurin hjá tær sjálvari ger slíkt, sær tað als ikki fitt út. Hvat gert tú so? Skeldar hundin? Skeldar dómaran? Skeldar venjaran? Í fyrsta lagi er bannað at skelda í einari rallykapping, og í øðrum lagi havi eg fingið at vita, at eg ikki dugi at skelda. Ja, so er ikki annað at gera enn at taka í egnan barm.

Ein kapping í rally lýdni er bygd upp sum ein breyt við 10 – 15 skeltum, sum hundur og førari skulu ganga eftir.

Tað er júst tað, tú skalt eftir tí nýggjasta ástøðinum um hundavenjing. Hundaførarin hevur ábyrgdina av at leggja venjingina soleiðis til rættis, at hundurin klárar tað, sum tú væntar av honum. Klárar hann tað ikki, hevur tú sett ov høg krøv og mást tískil lækka tey. Hundurin lærir mest av, at venjingin eydnast. Hundaførarin skal tó helst læra av feilunum og leggja venjingina betur til rættis framyvir.

At eg eigi ein meistara í ólýdni, er altso mín egna ábyrgd. Hundavenjing er ofta tvey fet fram og eitt aftur, so vit bakka eitt sindur og halda so áfram við vegleiðing frá okkara køna venjara. Ætlanin er, at Lui ikki skal verða meistari í ólýdni aftur, hóast tað er ein herligur tittul. Vit hugna og stuttleika okkum saman við góðum hundavinum við Leynavatn, og bæði elska tað. Haraftrat kunnu vit brúka alt tað í gerandisdegnum, sum vit læra í rally lýdni. Um tað einaferð skuldi komið har til, at vit fingu møguleikan at vinna eina kapping aftur, so høvdu vit kortini ikki sagt nei takk.

Tilfar:

Køste, Cecilie & Egtved, Morten (2008): Lydighetstrening i teori og praksis. Canis Forlag.

Wheadon, Susann (2015): Vild med rally. Hundesporten der begejstrer. Doghouse Publications, Danmark