Hundaslag

Boxari

Stødd

Hundur uml 60 cm høgur og vigar uml 30 kilo. Tík uml 56 cm høg og vigar uml 25 kilo

by Photos8.com

Ikki hóskandi til tann sum ikki hevur stundir at taka sær av einum krevjandi hundi, sum veruliga skal aktiverast hvønn einasta dag

Feldur

Stuttan tættan feld

Litir : Reyðgulur ella tigrutur, har gult er grundliturin. Hvítir plettir kunnu koma fyri. Hvítt er heldur ikki ein óvanligur litur, men nokta ávís alifeløg at skráseta hvølpin, um meira enn 1/3 av hundinum er hvítt.

Uppruni

Boxarin er upprunaligur ein týskur hundur. Forfedrar hansara eru Brabanter Bullenbeiszer, ein nakað lítil Mastiff líknandi hundur, og Enskur Bulldog líknandi hundur. Boxarin var upprunaliga brúktur sum veiðuhundur. Saman við rekandi veiðuhundum, var hansara uppgáva, at halda fonginum, til veiðumaðurin kom á staði. Ynskiligt var, at kjafturin á Boxaranum var breiður og kraftmikil, men snútin ikki ov langur. Á tann hátt hevði hundurin møguleika at halda fonginum bæði væl og leingi, men hevði samstundis ikki trupulleikar við at anda. Aling av Boxara, sum nútíðar Boxarin er í ætt við, byrjaði um 1850 – 1900. Meta von Passage frá 1898, verður mett at verða ættarmóðir til allar nútíðar Boxarar. Rasustandardur fyri Boxaran, var gjørdur í 1905, og eru bert fáar broytingar gjørdar í standardinum síðani tá.

Heilsa

Boxarin er eitt av hunda sløgunum, sum eru fongd við fleiri álvarsomum sjúkum. Boxarin er helst tað hundaslagið, ið oftast verður rakt av krabbamein. Hjartasjúkur er heldur ikki óvanligar.
Boxer Cardiomyopathy, er hjartafeilur, ið serliga rakar Boxaran. Hjá hundum, við hesum brekið, slær hjarta stundum so óregluliga, at blóðrenslið til heilan nærum steðgar, og hundurin fellur í óvit ella, í ringasta førið, doyr.
Degenerative Myelopathy kemur ofta ikki til sjóndar fyrrenn hundurin er nøkur ár gamal. Hundar, við hesum brekinum, missa styrkina og førleikan í afturpartinum og gerast, at enda, lammaðir.
Hypothyroidisme er ov lágt stoffskiftið. Ov lágt stoffskiftið viðførir fiti, ovurviðkvæmið, skriða, atferðarbroytingar, hundurin kann missa partar av feldinum og mangt annað. Sum hjá so nógvum øðrum stórum hundum, er mjadnafeilur ikki óvanligur. Arvaeginleikarnir, ið geva hvíta litin í Boxaranum, er ofta eisini orsøkin til, at Boxarin er deyvur. Áleið 18 % av hvítu Boxararanum eru deyvir.

Venjingar hjá FcH

Røkt

Boxarin krevur ikki nógva røkt. Feldurin er lættur at viðlíka halda, men tó skal ein ansa eftir, at rukkurnar á stutta snútanum á Boxararanum eru reinar.

Sinnalag

Ein vælvandur Boxari er ein góður familjuhundur. Ein Boxari, sum er eitt úrslit av góðari aling er trúfastur, djarvur og hvílur í sær sjálvum. Hann verjir seg og síni, og kann verða illgrunasamur mótvegis fremmandum. Tá á stendur, bakkar hann ikki fyri nøkrum. Boxarin kann hava ilt við at einast við øðrum hundum, serliga hundum av sama kynið. Tí er sera umráðandi, at boxarin frá hvølpi av, verður væl sosialiseraður. Boxarin er ein sera lívligur hundur. Hann skal stimbrast og røra seg hvønn einasta dag. Boxarin kann samanberast við eitt lívligt smábarn, sum skal undirhaldast allan dagin.

Væl hóskandi til tann

sum ynskir sær, og hevur stundir til, ein sera lívligan hund sum krevur nógva venjing.

Ikki hóskandi til tann

sum ikki hevur stundir at taka sær av einum krevjandi hundi, sum veruliga skal aktiverast hvønn einasta dag.

So áðrenn tú fær tær ein boxara

so tryggja tær, at hann er undan foreldrum sum er frísk og sum hava eitt gott sinnalag. Somuleiðis skal tú, áðrenn tú letur tín boxara fáa avkom, tryggja tær at hundurin er frískur. Tað er ikki nokk at hundurin sær frískur út, her skulu allar møguligar djóralækna kanningar skjalprógva at hundurin ikki er fongdur við ymiskum sjúkum. Verð heilt vís/ur í, at tú næstu 10 – 12 árini, hvønn dag kann brúka nakrar tímar uppá venjing og aktivering av tínum boxara. Boxarin er veruliga ikki ein hundur, sum tú skal fáa tær, bar tí tú heldur hann er vakur og kundi verðu stuttligur at havt. Ein boxari í skeivum heimi er alt annað enn stuttligur.

boxer

Boxarin kann samanberast við eitt lívligt smábarn, sum skal undirhaldast allan dagin.

Fleiri hundasløg

Stutt um Boxarin

1
2
3
4
5
6
7
1

Boxarin krevur ikki nógva røkt. Feldurin er lættur at viðlíka halda, men tó skal ein ansa eftir, at rukkurnar á stutta snútanum á Boxararanum eru reinar.

2

Boxarin er eitt av hunda sløgunum, sum eru fongd við fleiri álvarsomum sjúkum. Boxarin er helst tað hundaslagið, ið oftast verður rakt av krabbamein. Hjartasjúkur er heldur ikki óvanligar.

3

Boxarin var upprunaliga brúktur sum veiðuhundur. Saman við rekandi veiðuhundum, var hansara uppgáva, at halda fonginum, til veiðumaðurin kom á staði

4

Boxarin hevur stuttan tættan feld

5

Hundur uml 60 cm høgur og vigar uml 30 kilo. Tík uml 56 cm høg og vigar uml 25 kilo

6

Ein Boxari, sum er eitt úrslit av góðari aling er trúfastur, djarvur og hvílur í sær sjálvum. Hann verjir seg og síni, og kann verða illgrunasamur mótvegis fremmandum

7

Verð heilt vís/ur í, at tú hvønn dag skal brúka nakrar tímar uppá venjing og aktivering av tínum boxara