Hundaslag

10314537_726094277430065_7542994369621141161_n

Tryggja tær at foreldrini eru ikki hava mjarnatrupulleikar ella trupulleikar við eygnasjúkum

Golden Retriever

Stødd

Tíkar  51 – 56 cm, hundurin 56 – 61 cm. Alt eftir hvussu høgur hundurin er, vigar hann millum 25 og 40 kilo.

Feldur

Golden Retriever hevur eitt sindur síðan bylgjutan feld. Undir ullin er tøtt og vatn avvísandi.

Litir

Liturin á einum Golden Retriever er gyltur, kann verða heilt ljósur, næstan hvítur og heil myrkt gyltur.

Uppruni

Golden Retriever kemur frá Skotlandi, har Lord Tweedmouth í 1800 talinum fór undir at ala ein heintandi veiðuhund, ið hóskaði seg til Skotska veðurlagið og lendi.

Fyrstu hvølparnir vóru undan einari ljósari Wavycoated Retriever tík og einum Tweed Water Spaniel.

Golden_Retriever_with_tennis_ball

Tú skal fyrireika teg til ein hund, sum hvønn dag má sleppa at brúka bæði kropp og heila

Hvølparnir undan hesi paringini, eru grundarlagið undir hundaslagnum Golden Retriever.

Í 1910 fekk Golden Retriever viðurkenning sum egið hundaslag.

Heilsa

Mjadnafeilur (HD) er ikki óvanligt brek hjá einum Golden Retriever. Somuleiðis kann Golden Retriver hava ymiskar eygnasjúkur. Onkur meinar, at krabbamein rakar Golden Retriever oftari enn onnur hundasløg.

Røkt

Ein Golden Retriever losar alt árið. Hann má kembast áleið einaferð um vikuna.

Sinnalag

Ein Golden Retriever er vanliga ein lívligur og vinaligur hundur. Tó hevur óumhugsin aling ført við sær, at onkrir Golden Retriever kunnu verða illir í sær, hetta er avgjørt vert at hava í huga, tá ein velur sær hvølp.

Venjingar hjá FcH

Væl hóskandi til tann sum

ynskir sær ein lívligan og vinarliga hund, sum kann brúkast til nærum allan hundaítrótt ella bara sum fylgisveinur hjá eini virknari familju.

Ikki hóskandi til tann sum

Ikki hevur stundir at stimbra og venja hendan lívliga hundin rætt, og sum ikki hevur stundir til at brúka nakað av tíð uppá at røkja feldin hjá hundinum.

Áðrenn tú fær tær ein Golden Retriever, skal tú

Tryggja tær at foreldrini eru ikki hava mjarnatrupulleikar ella trupulleikar við eygnasjúkum. Somuleiðis skal tú tryggja tær at foreldrini at tínum hvølpi eru vinarligir hundar, ið ikki vísa tekin til at verða illir í sær (verða aggressivir).

Tú skal fyrireika teg til ein hund, sum næstu 10-15 árini fer at losa alt árið, og altíð fer at krevja nakað av røkt. Eins og tú skal fyrireika teg til ein hund, sum hvønn dag má sleppa at brúka bæði kropp og heila.

Heldur ikki Golden Retriever eru føddir væl vandir, tí er umráðandi, at hvølpurin verður vandur væl frá fyrsta degi av.

Otto & Simba

Liturin á einum Golden Retriever er gyltur, kann verða heilt ljósur, næstan hvítur og heil myrkt gyltur.

Fleiri hundasløg

Stutt um Golden Retriver

1
2
3
4
5
1

Tíkar  51 – 56 cm, hundurin 56 – 61 cm. Alt eftir hvussu høgur hundurin er, vigar hann millum 25 og 40 kilo

2

Golden Retriever hevur eitt sindur síðan bylgjutan feld. Undir ullin er tøtt og vatn avvísandi.

3

Mjadnafeilur (HD) er ikki óvanligt brek hjá einum Golden Retriever

4

Golden Retriver hava ymiskar eygnasjúkur

5

Onkrir Golden Retriever kunnu verða illir í sær, hetta er avgjørt vert at hava í huga, tá ein velur sær hvølp