1: Krukkur

Tú skal brúka nakrar krukkur, sum eru eins

2: Eitthvørt, sum luktar.

Eitthvørt, sum luktar. Okkurt slag av the, sum tú vanliga ikki drekkur, er væl hóskand

3: Góðbitar

Sjálvandi onkra góða løn til hundin. Einihvørjir góðbitar sum hundurin dámar væl, kann brúkast.

4: Eitt hóskandi træ petti

Eitt bretti sum tú kann borða hol í. Tað skulu verða áleið 20 cm millum hvørt holið

5: Borða hol í træði

Borða hol í træið, sum krukkurnar passa í. Holið skal verða so mikið djúpt, at krukkan ikki lættlig koppar

6: Fylli í krukkurnar

Koyr luktin (her kamille The) í eina av krukkunum

7: Hundurin til arbeiðis

Legg træið við krukkunum á gólvið. Í somu løtu hundurin snoddar eftir krukkuni, har Kamillu te er í, skal tú verða kvik/ur at rósa hundinum og geva honum ein bita.
Tað er umráðandi, at hundurin fær stundir at finna útav hesum spælinum sjálvur, so ikki hjálpa honum við at peika á krukkuna.

Tú skal so býta um krukkurnar hvørja fer, og løna hundinum tá ið hann finnur røttu krukkuna.

Tað hann lærur hetta, og tað kanska gerst ov lætt, kanst tú koyra, at broyta innihaldi hann skal finna.