Hvat umfatar spor venjing :

Spor venjing er hundaítróttur, har eigarin lærir hvussu hann kann læra hundin at fylgja eini ávísari slóð. Vanliga verður byrja við, at hundurin skal elta slóðina, sum eigari sjálvur hevur lagt, og síðani lærir eigarin hvussu hann fær hundin at fylgja eini slóð, ið annar persónur hevur lagt.

Hvar og nær venja vit :

Spor venjing er oftast í hagalendi ella á græsvølli. Veðrið avger nær venjing er, men royna vit at hava venjing minst aðruhvørja viku. Hetta gevur eisini eigara stundir, at venja sjálv/ur, soleiðis at hundur og eigari eru tilreiðar, at fáa nýggjar avbjóðingar til næstu venjing.

Venjing er altíð í vikuskiftinum ella aftaná vanliga arbeiðstíð, og venjingin er altíð onkunstaðni í miðstaðarøkinum.

Hvør kann luttaka :

Hundar í øllum aldri kunnu luttaka. Ikki er neyðugt við aðrari venjing áðrenn hundurin byrjar spor venjing.

Hundar, ið onkusvegna hava trupulleikar við andaleiðini, kunnu tó ikki luttaka í spor venjing.

Tú kann tekna teg til næsta skeið í spor venjing HER