Okkara leitingarhundar mannatevja

Øll menniskju lukta ymiskt, alt eftir okkara ílegum, aldur, lívsstíli. Tað er somuleiðis stórur munur á ein barnið, tannáringi, vaksnum. Eisini er stórur munur á kyni.Mannatevjari er heiti á einum hundi, ið leitar eftir einum persóni, út frá hansara persónliga lukti.

Okkara serstaki luktur finst millum annað í teimum nógvu túsund av húðkyknum vit missa. Eitt menniskja missu í miðal 40.000 húðkyknur um minuttin. Tvs. umleið 666 um sekundi. Hesar kyknur leggja seg víða um, og tað er serliga hesum ein mannatevjara hundur leitar eftir.
Okkara egni persónligi luktur verður framleiddur úr okkara sveitta- og tálgkertlum, ið vit hava á kroppinum. Tá vit anda, útskilja vit eisini nógv ymisk angandi evnið.

Ein sporhundur fylgjur vanliga fótafetunum á slóðini, frá slóðlegjarinum. Ein mannatevjari fylgir umframt hesum eisini tí persónliga luktinum í verður fluttur av vindinum. Tað er ikki óvanligt hjá einum mannatevjara, at fáa beinleiðis luktin av einum persóni, og hyggja burtur frá slóðini. Tvs. gongur beint eftir persóninum, og ikki har hann hevur gingið.

Hvat fyri hundur kann nýtast til mannatevjan

Aldurin á hundinum er ikki so umráðandi. Men tað ið er avgerandi er, at hundurin er motiveraður til, at arbeiða.