Smittandi livurbruni (Hepatitis Contagiosa Canis, HCC) er staðfest hjá hundi í Føroyum, og sjúkan tykist at breiða seg. Vit ráða tí øllum til at fáa sínar hundar koppsettar.

Nú flutningur av dýrum millum Føroyar og útlond er vorðin so vanligur, verður rátt til, at allir hundar verða koppsettir fyri smittandi livurbruna og aðrar sjúkur, sum eru vanligar í londunum rundan um okkum.

Smittandi livurbruni hjá hundi

Um sjúkuna:

Virus av adenovirusslagnum elvir til hesa sjúkuna. Sjúkan er at finna víða um, og nú eisini í Føroyum.

Sjúkueyðkenni:

Allir hundar, sum ikki eru koppsettir, kunnu gerast sjúkir. Tó eru hundar, yngri enn eitt ár, serliga í vanda. Hesir hundarnir eru eisini teir, sum eru í stórsta vanda fyri at doyggja av sjúkuni. Sjúkueyðkennini eru fepur, oman fyri 40C. Spýggja, innrið, líkasæla, ringur matarlystur, tosti, eygnabruni, pína í búki. Rovan í t.d. eygunum verður, sum frá líður, gul. Tilgerðartíðin er úr 6 í 9 dagar. Livir hundurin sjúkuna av, hendir tað seg, (25%) at eygnahinnan kámast og verður blálitt (blue eye). Hettar  batnar tó aftur, eftir stutta tíð, hjá flestu hundum. Hundar, sum hava verið sjúkir, smitta í ½ ár ella meira, eftir at teir eru frískir aftur. Virus er at finna serliga í slevi, landi og skarni. Hundurin skal hava virus niður í seg, fyri at gerast sjúkur.

Viðgerð:

Hundarnir verða ofta illa sjúkir. Tá smittuevni er virus, er ikki nøkur beinleiðis viðgerð fyri sjúkuna. Djóralæknin kann tó geva stimbrandi viðgerð fyri at hjálpa upp á støðuna, til dømis vætuviðgerð, pínuviðgerð og antibiotika, og hundurin kann hóra undan á henda hátt. Avgerandi er tó at fara undir viðgerð skjótast gjørligt.

Umráðandi er at koppseta fyri hesa sjúku. Koppingarevni er munagott og verjir fram ímóti 100%.

Kelda: http://www.djoralaekni.com/