Hvat umfatar lýdni venjing :

Lýdni venjing er hundaítróttur, har hundur og førari skulu gjøgnumføra nakrar fastlagdar venjingar. Hesar eru gang uppá pláss í bandi, innkall, felags ligg og bíða, senda út og ganga spor.

Eigarin lærir, hvussu hann kann læra hundin ásettu venjingarnar.

Undirvísingin er skipa soleiðis, at luttakandi hundarnir onkuntíð venja saman og onkuntíð venja ein og ein.

Fyri at klára at gjøgnumføra ásettu venjingarnar, er neyðugt, at hundaeigarin leggur seg eftir, at venja nógv við hundinum sjálvur.

(reglugerð er ávegis)

Hvar og nær venja vit :

Agility venjing er á venjingarøkið okkara við Leynavatn og venjing er vanliga annaðhvørt fríggjakvøld.

Hvør kann luttaka :

Luttakandi hundarnir skulu, í minsta lagið, hava luttikið í hvølpavenjing. Lýdni venjing er mest ætla arbeiðshundasløgunum, so sum sjefarahundum, border collie, labrador og líknandi.

Hundar, ið sera illa tola, at verða á sama økið, sum aðrir hundar, kunnu ikki luttaka í lýdni venjing.

Tú kann tekna teg til næsta skeið í lýdni HER