Fyri at skilja hví hvølpavenjing er so umráðandi, er neyðugt at vita eitt sindur um menningina hjá hvølpinum og um hvussu hundar læra.

Tann fyrsta tíðin

Hvølpar skulu, í fyrsta lagið, takast frá mammuni tá teir eru 8 vikur gamlir. Frá hvølpurin er 8 til 12 vikur gamal, hevur hann serliga lætt við at tillaga seg til nýggja umstøður.
Frá hvølpurin er 12 til 16 vikur búnast hann eitt sindur meira, og byrjar so smátt at finna sítt pláss her í lívinum.

Vanliga verður sagt, at tá hvølpurin er 16 vikur gamal, er grundarlagið fyri hansara sinnalagið lagt. Tað vil so siga, at hevur tú fingið ein viljasterkan hvølp og tú, tær fyrstu 16 vikurnar ikki hevur lært hvølpin, at tað ikki nyttar at treiskast tá hann ikki fær sín vilja, ja so fer tú helst at hava ein  sjálvstøðugan vaksnan hund, sum fer at gera nógv fyri at fáa sín vilja.

Tíðin frá hvølpurin er uml 4 til 8 mánaðar, er vanliga ein nokkso friðarlig tíð, har hvølpurin vanliga er góður at fáast við og lærir væl. Orsøkin til hetta er, at hvølpur og eigari nú kenna hvønn annan, hvølpurin hevur funnið sítt stað og er enn bundin at eigara sínum.

Hvølpurin gerst vaksin

Tá hvølpurin er uml 8 mánar gerst hann kynsbúgvin. Vit siga vanliga, at hvølpurin nú er tannáringum og hann uppførir seg eisini har eftir. Alt tað góða samstarvið sum var áðrenn hvølpurin gjørdist tannáringur kann búgva í einum rættuliga lítlum staðið hesa tíðina.

Tá hvølpurin er uml 8 til 18 mánaðar gerst hann vaksin. Hesa tíðina kunnu trupulleikar, serliga mótvegis øðrum hundum, stinga seg upp. Men hevur eigarin havt gott tol, og hevur eigarin styrkt skilagóðan atburð og minka um minni skilagóðan atburð, so gerast hesir trupulleikar sjálvdan alt ov stórir. (nær hvølpar eru í hvørjum menningarstigi er eitt sindur ójavnt. Lítlir hundar gerast ofta fyrr vaksnir enn stórir hundar)
Tá vit venja og uppala okkara hundar, gera vit hetta vit at styrkja um onkra atferð og minka um onkra aðra atferð. Hetta gera vit sjálvt um vit ikki eru tilvitaði um hetta. Taka vit eitt einfalt dømi : vit hava avgjørt, at hvølpurin ikki skal sleppa at liggja uppi í sofuni. Hvølpurin roynur at sleppa upp í sofuna við at sita og hvína framman fyri okkum. Vit halda at tað er synd í hvølpinum og lova honum upp. Næstu ferð vit hava avgjørt, at nú sleppur hann altso ikki uppaftur í sofuna, setur hann seg aftur at hvína. Tað sum hvølpurin hevur lært er, at um hann situr eitt ávíst stað og hvínur, so sleppur hann at enda upp í sofuna. At hvína er ein atferð, og vit hava  júst styrkt hesa atferðina. Hvølpurin hevur lært, at hetta kann loysa seg.

Hví er hvølpavejing so umráðandi?

Hvølpavenjingin hjá Føroya Hundaførarafelag er skipa við menningini hjá hvølpinum í huga, og kann, í stuttum, býtast í hesar bólkar

At læra eigaran at leggja góðar vanar í hvølpin
At læra eigaran at læra hundin ymiskt
At læra hundin hvussu hann skal uppføra seg í ymiskum støðum. (Socialisering)
Framhaldandi venjing

Góðir vanar

Verður rætt borið at frá tí hundurin er hvølpur, kunnu trupulleikar so sum etingarólag, ógvuslig goyggj, hoppa uppá fólk, hundar klára ikki at verða einsamallir inni og nógv meira, fyribyrgjast.

At læra hundin

Líkamikið hvørja ætlan eigarin hevur við hvølpinum, er neyðugt at hundurin aktar nøkur grundleggjandi boð, so sum at koma tá hann verður róptur, at ganga pent og at bíða. Til hvølpavenjing lærir eigarin hvussu hann kann læra hvølpin hesar grundleggjandi venjingar, og aðrar venjingar, ið eigarin seinri kann byggja viðari á.

Socialisering

At socialisera hundin, er eitt nógv brúkt orð innan hundavenjing. Men hvat merkir hetta orðið í verðuleikanum ? Orðið socialisering merkir, í stuttum : “ein tilgongd har einstaklingurin verður lærdur at liva og virka í tí samfelag hann / hon er ein partur av”.
Í hundaverðini merkir hetta, at vit læra hvølpin hvussu hann skal uppføra seg í ymiskum støðum, so sum millum aðrar hundar, millum fólk, út í ferðsluni og alla aðrastaðni hvølpurin fer at ferðast.
Til hvølpavenjing leggja vit serligan dent á, at hvølpurin lærir at hann kann arbeiða sjálvt um aðrir hundar eru til staðar og at hann tolir at verða saman við, og handfarin, av øðrum fólkum enn eigaranum. Onnur viðurskifti eru eisini umfataði av hvølpavenjing, so sum at verða friðarligur í bili og at ganga í bandið í ferðsluni.

Framhaldani venjing

Hvølpaeigarin sleppur at royna seg í teimum hundaítróttargreinum Føroya Hundaførarafelag bjóðar. Hesar eru rally lýdni, agility, spor og mannatevjan. Hesar venjingar eru tá tillagaðar hvølpum, men eigarin fær eina fatan av, hvat ymisku ítróttargreinarnar umfata, og hevur hann hug til tess, ber til at halda áfram við venjing eftir lokið hvølpakeið.

Eitt hvølpaskeið hjá Føroya Hundaførarafelag er 10 undirvísingartímar á uml 1 tíma hvør. Undirvíst verður eina til tvær ferðir um vikuna. Eftir lokið hvølpaskeið, hevur eigarin fingið fleiri góð amboð, hann kann brúka til framhaldandi venjing og uppaling av hvølpinum.

Slóðir fyri meiri kunning um hvølpavenjing

Hvølpavenjing hja DcH Danmark

Victoria Stilwell um positiva hvølpavenjing

Stutt um hvølpar á Wikipedia