Nú verður dúgliga tosað um at gera skráseting av kettum lógarkravda í Danmark. Hvat viðvíkur hundum, so hevur skráseting verið lógarkrav í Danmark síðani 1993.

Í okkara grannalondum er krav, at hundar, sum eru oman fyri 8 vikur gamlir, skulu vera mikrochipsmerktir. Í Føroyum er hetta framvegis ikki lógarkrav, hóast djóralæknar merkja og skráseta nógvar hundar nú í mun til fyri nøkrum árum síðan.

Hví skráseta?

Merkið verður sett undir skinnið á hálsinum, við tílíkari nál

At skráseta ein hund kann samanberast við, at allir bilar hava hvør sítt stellnummar og eitt skrásetingarskjal, sum vísir, hvør eigur bilin.

Hvørt einasta ár uppliva nógvir hundaeigarar, at hundurin blívur burtur. Tað vanligasta er tó, at hundurin er burtur í stutta tíð og finnur heim aftur sjálvur. Men viðhvørt hendir tað seg, at teir koma so langt heimanífrá, at teir ikki finna heim sjálvir.

Gjøgnum løgregluna, Djóraverndarfelagið og Facebook eydnast tað næstan altíð at fáa hundin heim aftur. Men tað kann vera trupult, serliga um hundurin ikki hevur hálsband við neyðugum upplýsingum. Tá ið hundurin til dømis er skaddur, er sera umráðandi at fáa hundin skjótt aftur til eigaran.

Skráseting kann eisini vera eitt hent amboð í øðrum førum, tá ið tað er umráðandi at finna eigaran. Hevur hundurin til dømis gjørt onkran skaða, ella er hundurin stolin, er ein slík skráseting sera týdningarmikil.

Galdandi lóggáva áleggur hundaeigara at ábyrgdartryggja hundin. Tryggingin fevnir um skaðar, ið hundurin ger á aðrar persónar ella lutir hjá øðrum. Hóast hetta eru tað nógv fólk, sum ikki tryggja sínar hundar. Tað hevur í fleiri førum elvt til trupulleikar, tá ið hundur hevur gjørt skaða á ávikavist lutir, djór og menniskju.

Ein lógarkravd skráseting hevði uttan iva virkað við til, at nógv fleiri hundar høvdu verið bæði skrásettir og tryggjaðir.

Djóravalferð?

Vit teljast nokk ikki millum ringast lond í heiminum, tá ið tað kemur til djóravælferð. Men samanbera vit okkum við onnur norðanlond, teljast vit har, tíanverri ikki millum tey bestu. Kann ein lítil skrásetingar kostnaður umframt lógarkravda ábyrgdartryggingin halda fólki frá, at fáa sær hund sum bráðkeyp?

Er tíðin komin til lógarkravda skráseting av hundum?

Hvat halda tit?