20. august var venjingardagur fyri FcH venjarar og venjaranæmingar. Veðrið var okkum til vildar, hóast tað var heldur kalt vildi sólin eisini sleppa uppí part. Útlitini vóru góð til ein gevandi dag.

Vit hittust kl. 13 í Saksunardali. Vandir hundavenjarar og komandi hundavenjarar hvør við sínum hundi, umleið 8-10 fólk tilsamans.

Hendan dagin var arbeitt nógv við spor, og at menna luktsansin hjá hundinum.

Dagurin var frálíkur, og flest øll fóru (baði førarar og hundar) heim við nýggjar vitan og upplivingum í skjáttuni.

Gev gætur! Nýtsla av økinum í Saksunardali, var sjálvandi í samráð við bóndan.

Farið aldrin í hagan við hundi uttan loyvi frá bóndanum.