Føroya Seyðahundafelag skipaði sunnudagin 5. juni fyri einum sera væleydnaðum tiltaki í Gásadali, har Fch eisini var boðið við.

Nógv fólk og nógvir hundar høvdu leitað sær til bygdina, har karmarnir fyri einum slíkum tiltaki vóru av teimum bestu. Stórsligna náttúran tók seg serliga væl út í fagrasta sólskini, og við nýbakaðum pannukøkum, vaflum og øðrum góðum kundu fólk seta seg á benkur ella á turra grasið at hugna sær. Børnini sluppu at royna seg á styltum og á línu, sum Løðan bjóðaði fram. Hetta var alt ókeypis.

Hundarnir vóru sjálvandi í miðdeplinum hendan dagin. Seyðahundar kappaðust í klassa 2 og í klassa 1. Tað var hugtakandi at síggja menn og hundar savna og reka seyð í so góðum samstarvi, har floyta varð nýtt at geva boð við. Í steðginum millum kappingarnar var Fch á skránni. Sjey kvinnur og hundar vístu eina lýdnirøð, har allir hundarnir skuldu gera tað sama. Brynhild og Fríðhild vístu agility við Píl og Snuru, og Rúni og Fidor vístu rundering, har hundurin finnur ein persón, goyr, bítur í býtiermu og sleppur henni aftur. At enda leitaðu og funnu Fidor og Rúni eina gentu, sum hevði krógvað seg.

At sameina seyðahundakapping, hundavenjing hjá Fch, serligar aktivitetir til børnini og hugna við góðum mati og drekka eyðnaðist sera væl. Vit í Fch fóru í hvussu so er heimaftur mett og væl sett; bæði so og so. Hóast seyðahundavenjing ikki er partur av skránni hjá Fch, so hava fleiri seyðahundar gingið til hvølpavenjing hjá Fch. Við okkara stóra áhuga fyri hundum er tað eisini sera forvitnisligt at síggja, hvussu seyðahundar arbeiða og kappast. Hetta gjørdist tí ein av teimum døgunum, tá hundalívið er allarbest.

Filmsbrot frá Gásadali – 05 juni