Hundavenjing

Hví ganga til venjing, og hví er aktivering neyðugt fyri hundin?

Veruleikin er, at nógvir hundar ikki fáa nokk dagliga aktivering, antin tí teirra eigarar ikki vita hvussu, ella hundurin er ov nógv heima einsamallur. Aktivering av hundinum  fyribyrgir ofta, at hundurin skapar trupulleikar fyri teirra eigarar/familju. Trupulleikar sum til dømis at hundurin ikki kann vera einsamallur heima, ikki kemur tá ið tú rópar, ikki klárar aðrar hundar, hálar í illa tá tit ganga túr, kemst oftast av væntandi aktivering og venjing.

Hvat er aktivering?

Hvat við einum tíma av at bóltspæli, ella hundurin rennur 5-10 km eftir eigaranum koyrandi í bili…..NEI! Hetta hevur í longdin við til fleiri trupulleikar, tí hetta elvir til økta strong hjá hundinum. Tað vil siga, hundurin kann byrja, at oyðileggja meira ella hava tað verri tá hann er einsamallur heima. Tú økir eisini úthaldni hjá hundinum, so 1 tíma av bóltspæl ella 10km langan túr er í longdini ikki nokk.  Heiti aktivering, kundi heldur víðkast til heiti mental aktivering. Her skal tú fáa hundin í tað støðu, har hann er noyðist at hugsa.

Til dømis er spor venjing sera gott fyri allar hundar, ið egna seg til hetta. Agility venjing fyri hundaførarin ið ynskir, at røra seg eitt sindur. Lýdni fyri tey ið ynskja sera málvísa venjing og dentur lagdur á presisjón. Rallylýdni fyri tey ið ynskja eina avbjóðandi, men sera stuttliga venjing. Men mest umráðandi venjingin er hvølpavenjing. Her hevur tú møguleikan, at fyrireika hundin til restina av lívinum. Hann lærir, at umganga fremmandar hundar og menniskju, og serliga eigarin far handa amboð, ið hann gang njóta gott av restina av lívinum.

Hundar eru  sera sosialir og hava sera gott av, at  saman við øðrum hundum. Serliga fyri hvølpar er tað umráðandi, at teir læra, at umgangast aðrar hundar og menniskju á ein góðan hátt. Mangul uppá sosialisering hevur ofta við sær, at hundurin ikki dámar aðrar hundar. Sera keðiliga, tá ið hetta lættliga kann umgangast.

Hundavenjing er ikki fyri øll, men fyri allar hundar. Allir hundar njóta gott av venjing. Við hundavenjing lærir tú, at skilja hund tín, at nøkta náttúruliga tørvin hjá hundinum, at brúka sínar sansir og heila. Eitt “biprodukt” við hundavenjing er, at hundurin aktar betur, hann rýmir ikki longur og hann blívur róligari heima.

Tað skal sjálvandi takast hædd fyri hvussu ymisk hundasløgini eru, onkur sløg krevja meira onkur minni. Eisini er hetta galdandi fyri blandingshundar. Men mest umráðandi er, at hundaeigarir kunna seg um hetta, áðrenn tey fáa sær hund.

Stutt sagt um hundavenjing! Hundur tín, vil elska teg fyri tað! Tað kundi hent seg tú fór, at elska hundin fyri tað 🙂