Hundaslag

Jack Russell terriari og Parson Russell terriari

Stødd

Parson Russell terriari Tíkar: hædd 31-35 cm og vekt 5-8 kg. Hundar: hædd 34-38 cm og vekt 5-8 kg. Jack Russell terriari Hædd: 25-30 cm og vekt 5-6 kg fyri bæði kyn.

Feldur og Røkt

40432_429609874510_6592130_n

Feldurin hóskar til øll veðurløg

Parson Russell terriari fæst bæði rísinhærdur og snøggur. Feldurin er í báðum førum grovur, tættur og liggur at. Munurin er í hárbygnaðinum og mongdini av undirull. Feldurin krevur heilt lítið av røkt. Um ein regluliga greiðir feldin væl, heldur hann seg reinan, og tað tekur tey flestu leysu hárini. Feldurin hóskar til øll veðurløg. Klørnar skulu haldast stuttar, og ansast skal eftir, at tannsteinur ikki legst á tenninar.

Litir

Parson Russell Terriari er hvítur og kann hava brúnligar ella svartar blettir í trýninum og við halan. Jack Russell Terriari er hvítur við brúnligum ella svørtum blettum.

Uppruni

Báðir hundarnir hava sama uppruna. Upphavsmaðurin er John (Jack) Russell (1795-1883), ið var føddur í Devon og livdi alt sítt lív har. Umframt at vera prestur var hann ein dugnaligur reiðmaður og íðin veiðimaður. Hann halgaði sítt lív til alingina av terriarum og aldi í gjøgnum 64 ár fleiri blandingar av ymiskum einlittum og marglittum brúksterriarum. Málið hjá honum var altíð at royna at betra um veiðieginleikarnar hjá hundunum uttan nøkur serlig atlit til útsjónd. Hundarnir skuldu vera kvikir og nóg lítlir og sterkir til at fara niður í eina grøv og tvinga revar og onnur veiðidjór út. Tann stuttbeinta útgávan fekk navnið Jack Russel Terriari, og tann eitt sindur hægri fekk navnið Parson Russel Terriari.

Heilsa

Sum flestu hundasløg kunnu Parson og Jack Russel terriarar hava onkrar heilsutrupulleikar. Teir kunnu fáa eygnasjúkur, knætrupulleikar, og teir kunnu gerast deyvir. Summir verða fongdir av hesum sjúkum, men í flestum førum eru teir heilsugóðir hundar. Tað er eikki óvanligt fyri hesar hundar, at hava trupulleikar av ovurviðkvæmi.

Venjingar hjá FcH

Sinnalag

Parson og Jack Russell terriarar eru sera lívligir hundar. Teimum dámar væl at spæla og eru vinaligir í móti øllum í familjuni, bæði stórum og smáum. Teir eru forvitnir og fyrikomandi móti fremmandum fólki. Men teir kunnu hava trupulleikar við fremmandum hundum. Teir eru upprunaliga veiðihundar og eru aldir til at hava sera nógva orku, so at teir orka at renna langt. Teir hava tí brúk fyri at sleppa av við alla hesa orkuna hvønn dag. Teir mugu sleppa at ganga túrar hvønn dag, har teir kunnu snodda og granska náttúruna. Hesir smáu hundarnir ganga ikki undan einum bardaga, tí teir eru aldir til at vera sera áhaldnir og til at veiða djór sum revar og onnur smá veiðidjór. Teir eru sera harðførir og eru ikki bangnir fyri avbjóðingum. Teir kunnu vera torførir at venja, tí teir tíma bara at venja so leingi, teir hava hug til tað, og kunnu tískil gerast tvørir.

Væl hóskandi til tann

ynskir sær ein sera aktivan hund, og sum hevur tíð og orku at taka sær av hundinum frá tí, at hann er hvølpur og so leingi, hann livir. Eigarin má tíma at ganga langar túrar í áhugaverdum umhvørvi, har hundurin kann snodda alt møguligt. Eisini má eigarin taka sær stundir at venja hundin og at spæla við hann. Hesir hundar hóska væl til aktivar familjur við eitt sindur eldri børnum

Ikki hóskandi til tann

ynskir sær ein sofahund, ella sum ikki hevur tíð at taka sær av hundinum. Teir hóska ikki til tann, sum ynskir sær ein friðarligan hund, sum krevur lítið og einki av venjing, ella til tann, sum ynskir sær ein lættan hund at venja. Hetta er heldur ikki ein hóskandi hundur, um ein ikki hevur fingist við hund áður, av tí at teir krevja so nógv og kunnu vera tvørir.

So áðrenn tú fært tær ein Parson ella Jack Russel terriara

mást tú tryggja tær, at tú velur ein hvølp, sum er undan frískum og góðum hundum. Eisini mást tú tryggja tær, at tú hevur tíð at taka tær av hundinum, tí hetta er ein krevjandi hundur. Teir verða sera knýttir at eigaranum, so teir tíma ikki bara at liggja einsamallir heima allan dagin. Teir hava brúk fyri venjing, túrum og avbjóðingum. Og sum allir aðrir hundar skulu Parson og Jack Russell terriarar venjast frá heilt hvølpi. Um tú ikki venur teir ella lovar teimum at røra seg, so kunnu teir gerast ein plága og oyðileggja hús og heim. Hetta eru veiðihundar, so um teir fáa tevið av villdjórum ella kettum, kunnu teir fara til stroks. Teir kunnu liva allastaðni, um teir eru væl vandir og sleppa at røra seg hvønn dag.

Stutt um Parson og Jack Russel terrier

1
2
3
4
5
6
7
1

Parson Russell terriari
Tíkar: hædd 31-35 cm og vekt 5-8 kg.
Hundar: hædd 34-38 cm og vekt 5-8 kg.

Jack Russell terriari
Hædd: 25-30 cm og vekt 5-6 kg fyri bæði kyn

2

Parson Russell terriari fæst bæði rísinhærdur og snøggur

3

Parson og Jack Russell terriarar eru sera lívligir hundar. Teimum dámar væl at spæla og eru vinaligir í móti øllum í familjuni, bæði stórum og smáum

4

Væl hóskandi til tann, sum ynskir sær ein sera aktivan hund, og sum hevur tíð og orku at taka sær av hundinum frá tí, at hann er hvølpur og so leingi, hann livir

5

Teir hava brúk fyri venjing, túrum og avbjóðingum. Og sum allir aðrir hundar skulu Parson og Jack Russell terriarar venjast frá heilt hvølpi

6

Ansast skal eftir, at tannsteinur ikki legst á tenninar

7

Teir kunnu vera torførir at venja, tí teir tíma bara at venja so leingi, teir hava hug til tað, og kunnu tískil gerast tvørir