Hundaslag

10245448_725086150864211_5638948714197723365_n

Cavalier King Charles Spaniel krevur nakað av røkt. Feldurin skal kembast regluliga, og umráðandi er, at halda eygu og oyru rein

Cavalier King Charles Spaniel

Stødd

vigar vanliga millum 5½ og 8 kilo

Feldur

Cavalier King Charles Spaniel hevur síðan, slættan og mjúkan feld. Feldurin er longstur oman eftir beinunum, eftir halanum, um oyruni og á bringuni.

Litirnir eru

Black and Tan : Tá ið hundurin er “black and tan”, er hann ravnsvartur við brúnligum blettum oman fyri eyguni, á kjálkunum, inni í oyrunum, á bringuni, á beinunum og á undirsíðuni á halanum.
Ruby : Er hundurin “ruby”, er hann reyðbrúnur allur, sum hann er.
Blenheim : “Blenheim” merkir, at hundurin er hvítur og ljóst reyðbrúnur.
Tricolor : Ein Cavalier King Charles Spaniel við litinum “tricolor” er javnt hvítur og svartur við brúnligum blettum oman fyri eyguni, á kjálkunum, inni í oyrunum, á bringuni, á beinunum og á undirsíðuni á halanum.

Uppruni

10247215_726026037436889_7313224195489904286_n

Teir fyrstu hundarnir av hesum slagið, vóru skrásettir í Danmark í 1971

Cavalier King Charles Spaniel er eitt rættiliga nýtt hundaslag, soleiðis sum vit kenna hann í dag. Í 1926 fór amerikumaðurin Roswell Eldridge á eina hundasýning í London, har hann ætlaði sær at finna ein hund, sum líktist honum, sum hann mangan hevði sæð á ymiskum málningum frá bretska kongshúsinum. Av tí at hann ongan slíkan hund fann á hundasýningini, fór Roswell Eldridge undir at leita eftir hundum, sum líktust upprunahundinum, og í 1928 eydnaðist honum at ala ein hund, ið líktist nógv gomlu hundunum hjá bretsku kongsfamiljuni og aðalstættini. Hetta gamla hundaslagið var oftast nevnt Lítil Spaniel. Endamálið við hesum hundinum var at halda loppum og lúsum burtur frá fínu ensku damunum. Tankin hevur helst verið, at loppur og lús heldur vildu seta búgv á einum hundi enn á einari fínari damu.
Í 1945 var lítli spanielhundurin at enda viðurkendur sum egið hundaslag. Teir fyrstu hundarnir av hesum slagi vóru skrásettir í Danmark í 1971.

Heilsa

Cavalier King Charles Spaniel er helst tað hundaslagið, ið hevur goldið hægsta prísin fyri skilaleysa hundaaling. Nógvar arvaligar sjúkur og brek fylgja hesum fitta, lítla hundinum.

Hjartafeilur (endocardiose) : Hjartað á hundum hevur 4 kømur. Kømurini høgrumegin leiða blóðið út í lunguni, har tað verður til ilt. Kømurini vinstrumegin leiða iltaða blóðið út í kroppin. Millum hjartakømurini eru sokallaðir ventilar. Hevur hundurin endocardiose, lata hesir ventilar seg ikki heilt aftur, og nakað av blóðinum rennur tí øvugtan veg. Hetta førir við sær, at blóð samlast í hjartanum og í lungunum. Hetta kann eisini spjaða seg til onnur gøgn, eitt nú livrina. Endocardiose er arvaligt.

Syringo Myeli : Skallin á Cavalier King Charles Spaniel er so smalur, at cerebrospinalsevjan, ið er sevja, ið vanliga liggur runt um heilan og um mønuna, spríkir inn í mønuna. Har ger hon eitt tómrum. Alt eftir hvussu ring støðan er, kann hetta brekið føra við sær, at hundurin fær ógvusliga pínu.

Curly Coat Syndrome/Dry Eye : Hetta er ein arvaligur genfeilur, ið stundum sæst hjá Cavalierum. Hesin genfeilurin ger, at húðin á hundinum er sera viðkvom, og ofta er bruni í. Harafturat manglar hundurin eginleikan at gera tár, og tí klárar hundurin ikki sjálvur at halda eyguni vát.

Patella Luxation : Knæskelin á hundinum situr leys. Afturat teimum nevndu og sera álvarsomu brekunum, kann Cavalier King Charles Spaniel hava ymiskar aðrar eygnasjúkur.

Venjingar hjá FcH

Røkt

Cavalier King Charles Spaniel krevur nakað av røkt. Feldurin skal kembast regluliga, og umráðandi er, at halda eygu og oyru rein. Feldurin á hundinum er sera mjúkur, og gongur tú við hundinum í hagalendi, slepst ikki undan, at lyngur og mosi hongur fastur í feldinum.

Sinnalag

Cavalierurin er ein sera fittur og vinaligur hundur. Hann letur altíð við halanum, og hann tykist altíð at vera glaður og klárur at spæla við sínar líkar.

Væl hóskandi til tann sum

ynskir sær ein vinaligan lítlan hund, og hann hóskar til bæði ung og eldri fólk. Hesin fitti hundurin kann bæði verða sofahundur hjá eldri fólki, ið ikki hava neyðuga orku at taka sær av einum virknum hundi, men hann kann líka væl vera vera agilityhundur hjá einum, ið hevur hug at íðka hendan ítrótt.

Ikki hóskandi til tann sum

vil hava ein hund, ið ikki krevur serliga røkt av feldi.

So áðrenn tú fær tær ein Cavalier King Charles Spaniel skal tú

tryggja tær, at hundurin tú fært, er undan frískum hundum. Hetta er galdandi bæði, um tú keypir hund við ella uttan ættartalvu. Tað kann ikki nóg stórur dentur leggjast á, at tíkin og hundurin mugu og skulu verða kannað fyri allar ”Cavalier” sjúkur og brek, ÁÐRENN hvølpar verða aldir. Eigur tú ein Cavalier, skalt tú eisini tryggja tær, at tín hundur er frískur, áðrenn hann fær avkom. Hetta er eisini galdandi, hóast tú veitst, at foreldrini hjá tínum hundi eru frísk. Tú skal eisini fyrireika teg til at hava hús og helst eisini møblar saman við einum hundi, ið losar eitt sindur alt árið. Cavalierhundurin hevur tørv á einum sindri av røkt, og hetta mást tú sum Cavaliereigari geva
tær stundir til. Cavalier King Charles Spaniel er eins og allir aðrir hundar ikki føddur væl vandur. Tað er av stórum týdningi, at hundurin fær neyðuga venjing, so hann kann fáa góðar vanar heilt frá hvølpi. Tað er lítil ivi um, at tey, ið eiga ein Cavalier, halda seg eiga heimsins fittasta hundaslag. Og tað kann væl vera, at tey hava rætt í hesum.

10325290_727169567322536_7710689903953291659_n

Cavalier King Charles Spaniel, soleiðis sum vit kenna hann í dag, er eitt rímuliga nýtt hundaslag

Fleiri hundasløg

Stutt um Cavalier King Charles Spaniel

1
2
3
4
5
6
7
1

Cavalier King Charles Spaniel er helst tað hundaslagið, ið hevur goldið hægsta prísin fyri
skilaleysa hundaaling. Nógvar arvaligar sjúkur og brek fylgja hesum fitta lítla hundinum

2

Cavalier King Charles Spaniel krevur nakað av røkt. Feldurin skal kembast regluliga, og
umráðandi er, at halda eygu og oyru rein.

3

Ikki hóskandi til tann sum vil hava ein hund, ið ikki krevur serliga røkt av feldi.

4

Cavalierurin er ein sera fittur og vinarligur hundur. Við einum altíð lograndi hala, tykist hann altíð at verða glaður og klárur at spæla við sínar líkar.

5

Cavalier King Charles Spaniel vigar vanliga millum 5½ og 8 kilo

6

Millum hjartakømurini eru sokallaðir ventilar. Hevur hundurin endocardiose, lata hesir ventila seg ikki heilt aftur, og nakað av blóðinum rennur tí øvugtan veg.

7

Feldurin á hundinum er sera bleytur og er tú gongurtúr við hundinum í hagalendi, so slepst ikki undan at lyngur og mosi hongur fastur í feldinum.