Hundaslag

Grand Danois

Stødd

Tík: hædd: 72-82 cm, 45-59 kg
Hundur: hædd: 76-95cm, 60-80 kg
Bæði tík og hundur kunnu tó vera væl størri. Tá ið teir standa uppreistur á bakbeinunum, kunnu teir vera upp til 200 cm høgir.

Feldur og Røkt

Grand Danois hevur stuttan, tættan og blankan feld.
Grand Danois losa nógv, men eru lættir at røkja. Verður feldurin regluliga greiddur, er lættari at halda hann reinan og vakran. Tá er ikki neyðugt at hava hundin ofta í bað. Klipp neglirnar, kanna oyruni og halt eyga við sárum, bruna og útbroti.

Litir

Tey flestu siga, at Grand Danois er ein blandingur av English Mastiff og Irish Wolfhound.

Fawn: Grundliturin er gulur við svørtum andlitsbragdi.
Brindle: Grundliturin er gulur við svørtum strípum.
Mantel: Tvílittur. Svørt og hvít øki, sum eru væl avmerkt.
Harlequin: Grundliturin er hvítur við svørtum plettum runt um allan kroppin.
Blue: Liturin kallast Pure Steel Blue. Hvítar avmarkingar eru ikki ynsktar.
Black: Svartur. Hvítar avmarkingar eru ikki ynsktar .

Uppruni

Tað er ikki lætt at finna upprunan hjá Grand Danois. Summar keldur finna teir heilt aftur í Egyptalandi, ár 3000 f. Kr. Onkrar keldur siga eisini, at líknandi hundar vóru funnir í Tibet, og teir eru sæddir í kinesiskum bókmentum uml. 1121 f. Kr. Síðan hevur rasan breitt seg um allan heim.

Tey flestu siga, at Grand Danois er ein blandingur av English Mastiff og Irish Wolfhound.

Grand Danois varð eisini kallaður Boar Hound, tí teir vóru aldir til at veiða villsvín. Tað er eisini av hesari orsøk, at rákið um uppstandandi oyru er til. Vanligt hava Grand Danois oyru, sum hanga niðureftir, men tá teir vórðu brúktir sum veiðihundar, valdi fólkið at skera oyruni og reisa tey upp, so tey ikki komu í horntennirnar hjá villsvínunum og fingu skaða.

Seint í 1600-talinum vóru Grand Danois væl dámdir í Týsklandi. Serliga ríkum fólki dámdi teir. Tá livdu teir væl og vórðu nógv forkelaðir. Flestu fólk, ið granska ættartalvurnar hjá hundum, vilja vera við, at tað vóru týskararnir, sum góðskaðu Grand Danois til tann væl balanseraða og eleganta hundin, vit kenna í dag. Gjøgnum 1800-talið hildu týskir alarar fram við at betra um rasuna. Hesa ferð góvu teir sinnalagnum gætur. Hundarnir høvdu eitt ágangandi og vilt sinnalag, tí teir vórðu brúktir til veiðihundar. Týskarar royndu at ala ein spakan og fittan hund. Tíbetur gjørdist úrslitið gott.

Í dag velja tey ofta tað besta sinnalagið og teir størstu hundarnar, tá ið tey ala Grand Danois.

Navnið Great Dane kom í 1700-talinum. Ein fransmaður ferðaðist til Danmarkar og sá ein hund, sum líktist, men sum hevði fleiri eyðkenni hjá Greyhound.  Hann kallaði hendan hundin Grand Danois, sum so bleiv til Great Danish Dog ella Great Dane. Navnið stóð við, sjálvt um tað ikki var Danmark, sum aldi hundin.

Um leitað verður á heimasíðuni hjá FCI(Federation Cynologiqu Internationale) finnur man Deutsche Dogge. Hetta er Grand Danois, og upprunalandið er Týskland.

Heilsa

Grand Danois hava vanligt góða heilsu, men sum allar rasur hava teir sínar trupulleikar. Allir hundar fáa ikki hesar sjúkurnar. Men tað er umráðandi at vera vitandi um sjúkurnar. Um tú ætlar tær at keypa ein Grand Danois hvølp, mást tú finna ein góðan alara, sum kann vísa tær eina heilsuváttan. Ein heilsuváttan vísir, at hundurin er testaður fyri ymsar sjúkur.

Ymiskar heilsutrupulleikar at vera vitandi um:
Menningar- ella vakstrartrupulleikar, mjadnatrupulleikar, hjartasjúkur, wobblers-sjúkan og GDV.

Sinnalag

Grand Danois verða sjáldan brúktir til veiðihund í dag. Í dag verða teir aldir fyri tað blíða og góðsliga lyndið. Teir eru góðir selskapshundar. Sagt verður, at ein rættur Grand Danois eigur at vera lívligur, djarvur, altíð vinaligur og álítandi. Fysiska og mentala samansetingin er tað, sum sermerkir ein Grand Danois og ger, at hann skilir seg burturúr í mun til onnur hundasløg.
Ein væl aldur Grand Danois er ein hundur við góðum lyndi. Hann er mildur og fittur. Hann elskar at spæla og slappa av saman við børnum. Hann ynskir at gera eigaran nøgdan, og tað ger hann lættan at venja.
Grand Danois vil vera har, sum familjan er. Honum dámar fólk, eisini fremmand fólk og børn. Hann bjóðar gestum vælkomnum við gleði. Men heldur hann, at tær tørvar tað, er hann klárur at verja teg. Góðir vanar og ró í gerandisdegnum gera, at hundurin gerst tryggur og sunnur. Summir Grand Danois halda seg vera smáhundar og vilja gjarna sita hjá tær, sjálvt um tú roynir at flyta teg undan.
Sjálvt um teir hava eitt gott lyndi av natúr, kunnu teir vera nervøsir og ótryggir, tí hava teir brúk fyri sosialisering heilt frá byrjan. Sosialisering skapar ein sunnan, tryggan og fjølbroyttan hund.

Væl hóskandi til tann

veit at tað er ein STÓRUR hundur, hann/hon ynskir sær. Hugsa um plássið, bæði inni, úti og í bilinum. Til tann, sum klárar at hava ein “tryggan”, skipaðan gerandisdag og klárar at venja við hundinum, so hundurin kann venja heilan (annars finnur hann uppá okkurt sjálvur). Eisini má eigarin duga at góðtaka hundahár og slev.

Ikki hóskandi til tann

sum ikki klárar hundahár, og sum ikki vil hava ein stóran hund. Eisini má ein vera klárur yvir kostnaðin av einum so stórum hundi.

So áðrenn tú fært tær ein Grand Danois

Minst fyrst og fremst til at finna tær ein góðan alara, har heilsan er í lagi hjá foreldrunum. Grand Danois hava ein livialdur á 6-8 ár. Les væl um, hvønn tørv hundurin hevur, tað er sera umráðandi, at hvølpurin verður fóðraður rætt.
Hugsa um at teir eru risastórir. Teir hava veruliga brúk fyri nógvum plássi. Hugsa um hetta, um tit skulu ferðast, familjutúrar og ganga túrar við hundinum. Tað eru nógv, ið ikki megna at ansa eftir einum Grand Danois, um tit hava brúk fyri ansing.
Grand Danois halda, at teir eru lítlir hundar, sjálvt um teir eru ógvuliga stórir. Tað verður tí ofta harðligari enn væntað, tá teir spæla við tykkum og aðrar hundar. Neglirnar kunnu av óvart oyðileggja klæðini, og teir klóra, og teir klóra, sjálvt um tað ikki er við vilja.
Teir eru eisini dovnir. So um tú vilt hava ein super aktivan hund, so er hetta ikki hann. Teir kunnu sova leingi. Teir eta nógv og eru tí nakað væl dýrari at fóðra enn t.d ein border collie. 22 kg av mati varir í mesta lagi 3 vikur. Djórlæknarokningar eru eisini dýrar, um tørvur er á tí.

Stutt um Grand Danois

1
2
3
4
5
6
7
1

Tík: hædd: 72-82 cm, 45-59 kg. Hundur: hædd: 76-95cm, 60-80 kg

2

Grand Danois hevur stuttan, tættan og blankan feld

3

Grand Danois varð eisini kallaður Boar Hound, tí teir vóru aldir til at veiða villsvín. Tað er eisini av hesari orsøk, at rákið um uppstandandi oyru er til. Vanligt hava Grand Danois oyru, sum hanga niðureftir, men tá teir vórðu brúktir sum veiðihundar, valdi fólkið at skera oyruni og reisa tey upp, so tey ikki komu í horntennirnar hjá villsvínunum og fingu skaða

4

Ein væl aldur Grand Danois er ein hundur við góðum lyndi. Hann er mildur og fittur. Hann elskar at spæla og slappa av saman við børnum. Hann ynskir at gera eigaran nøgdan, og tað ger hann lættan at venja.

5

Ymiskar heilsutrupulleikar at vera vitandi um:

Menningar- ella vakstrartrupulleikar, mjadnatrupulleikar, hjartasjúkur, wobblers-sjúkan og GDV.

6

Grand Danois hava ein livialdur á 6-8 ár.

7

Teir eta nógv og eru tí nakað væl dýrari at fóðra enn t.d ein border collie. 22 kg av mati varir í mesta lagi 3 vikur.