Eftir aðalfundin hjá Føroya Hundaførarafelag tann 26. januar 2019, var stovnandi aðalfundur hjá Føroyskum Leitingarhundum hildin í Frøishøllini í Kvívík.
Rúni Sundberg Patursson, Otto Andreasen og Margit Sørensen stillaðu upp til nevndarvalið. Ongin onnur fráboðan um valevnið er latin nevndini, og tí er ikki neyðugt við atkvøðugreiðslu.
Nýggja nevndin skipaði seg eftir fundin og sær soleiðis út: Rúni Sundberg Patrusson, Formaður. Otto Andreasen, nevndarlimur og skrivari . Margit Sørensen, nevndarlimur.
Nelly Haakonardóttir Debes er kassameistari.
Nýggja felagi hevur limaskap hjá Føroya Hundaførarafelag
Felagi vil virka fyri, at arbeiða saman við øðrum bjargingarfeløgum í Føroyum.
Viðtøkur fyri Føroyskir Leitingarhundar
§ 1. Navn felagsins er Føroyskir Leitingarhundar. Felagið heldur til í Føroyum
- 2. Felagið er áhugafelag og hevur sum endamál, at venja bjargingarhundar í Føroyum. Felagi skal vekja ans fyri bjargingararbeiði, við at venja toymi við fólk og hundi so tey eru før fyri, at leita. Felagið eigur at samstarva við onnur feløg við sama endamáli og má kunna ganga í landsfelagsskap við øðrum bjargingarfeløgum í Føroyum. Tá stórur partur av arbeiðis felagsins er, at venja hundar, hevur felagi, fyri at hækka um fakliga grundarlagi, tætt samstarv við Føroya Hundaførarafelag. Feløgini hava í vissan mun, felags skipanir, í skulu tryggja rakstur hjá felagnum.
§ 3. Sum limir kunnu gerast feløg og einstaklingar.
§ 4. Limagjaldið verður ásett av ársaðalfundinum. Limagjaldið fellur til gjaldingar 1. apríl á hvørjum ári. Kvittan fyri limagjald er atgongumerki til felagið. Limir, ið ikki hava goldið aftaná tvær krevjingar, missa limarættin.
§ 5. Felagið heldur ársaðalfund hvørt ár, seinast í novembur mánaði. Aðalfundur verður lýstur alment við 8 daga freist við hesi dagsskrá: 1. Frágreiðing um felagsins virki í farna árinum 2. Framløga av á jour førdum roknskapi 3. Val av nevnd 4. Val av grannskoðara 5. Ymiskt
§ 6. Aðalfundurin hevur hægsta ræði í øllum viðurskiftum felagsins. Atkvøðurætt á aðalfundi hava allir limir. Kommunur ella feløg verða umboða av einum limi hvør. Eykaaðalfundur kann haldast, tá nevndin avger tað. Í øðrum førum kunnu í minsta lagi 25 limir krevja eykaaðalfund við samstundis at tilskila eina dagsskrá. Aðalfundurin velur ein fundarstjóra til at stýra fundinum. Allar avgerðir á aðalfundinum krevja vanligan meiriluta. Lógarbroytingar og avtøka av felagnum kunnu bert gerast á ársaðalfundinum og krevja 2/3 meiriluta av teimum, sum møttir eru.
§ 7. Í nevndina verða valdir 3 limir, sum sita til næsta vanliga ársaðalfund. Nevndin skipar seg sjálva. Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni, kassameistara. Nevndin velur sjálv skrivaran, sum kann vera uttanfyri nevndina hjá Leitingarhundar Føroyar. Nevndin hevur fund, tá ið formaðurin ella næstformaðurin kallar til fundar, ella í minnsta lagi eina ferð um fjórðingsárið. Fundirnir eru viðtøkuførir, tá ið allir 3 limir eru á fundi, og allar avgerðir krevja vanligan meiriluta. Formaðurin hevur ábyrgd av, at gerðabók verður førd um tað, sum fer fram á fundunum. Kassameistarin hevur ábyrgd fyri, at limagjald verður uppkraft og roknskapur førdur.
- 8. Nevndin ger eina til eina og hvørja tíð tíðarhóskandi arbeiðsreglugerð.
§ 9. Roknskaparárið hjá felagnum er frá 1 oktober til 30. september. Roknskapurin skal førast á ein lætt skiljandi hátt soleiðis, at man hevur yvirlit. Roknskapir og skjøl skulu goymast í minsta lagi 5 ár eftir góðkenning. Nevndin hevur fíggjarliga ábyrgd av felagnum. Meirilutin av nevndini skal altíð góðkenna nýggjar íløgur og annað, ið hevur útreiðslur við sær. Um felagið skal skuldarbindast við lántøku, skulu allir nevndarlimirnir verða samdir um hetta. Fulltrú til konti felagsins skulu verða undirskrivaðar av formanni, næstformanni og kassameistara felagsins. Felagi kann við góðkenning frá nevndini hava uttanhýsis kassameistara, ið ikki er partur av sjálvari nevndini