Hvat umfatar rally lýdni venjing :
Rally lýdni er hundaítróttur, har hundur og eigari skulu ganga ein bana, ið er uppbygdur av ymiskum boðskeltum. Hundurin skal kunna sita ella liggja stillur ímeðan eigarin gongur rundanum hann, hundurin skal mala runt ímeðan hann gongur við síðurnar av eigara, hundurin skal bakka nøkur fet og nógv annað.
Eigarin lærir, hvussu hann kann læra hundin ymisku venjingarnar, og hvussu hann síðani kann føra hundin runt á bananum.
Gott og jaligt samstarv ímillum hund og førara er avgerandi í rally lýdni venjing.
Hvar og nær venja vit :
Rally lýdni venjing er á venjingarøkið okkara við Leynavatn og venjing er vanliga hvørt hóskvøld.
Tað er vanliga tvey skeið í rally lýdni venjing um árið, tað fyrra byrjar vanliga í mai/juni og tað seinna í august. Hvørt skeiðið er 8 venjingar.
Hvør kann luttaka :
Hundar í øllum aldri kunnu luttaka, tó skulu hundarnir hava verði til hvølpavenjing ella aðra venjing, har eigarin hevur lært at venja hund, áðrenn hundarnir byrja rally lýdni venjing.
Hundar, ið sera illa tola, at verða á sama økið, sum aðrir hundar, kunnu ikki luttaka í rally lýdni venjing.
Tú kann tekna teg til næsta skeið í rally lýdni HER