Hvat umfatar agility venjing :
Agility venjing er hundaítrótt har hundur og førari skulu renna ein bana við ymiskum forðinum uppá so stutta tíð, sum tilber.
Hundurin skal leypa uppum lop, renna ígjøgnum tunnlar, renna zig zag gjøgnum slalom, renna eftir einum balansubummi og nógv annað.
Eigarin lærir hvussu hann kann læra hundin ymisku forðingarnar, og hvussu hann síðani kann føra hundin á bananum.
Hvar og nær venja vit :
Agility venjing er á venjingarøkið okkara við Leynavatn og venjing er vanliga hvørt týskvøld.
Tað er vanliga tvey skeið í agility venjing um árið, tað fyrra byrjar vanliga í mai/juni og tað seinna í august. Hvørt skeiðið er 8 venjingar.
Hvør kann luttaka :
Fyri at luttaka í agility venjing, skal hundurin akta tá hann er leysur saman við øðrum hundum.
Hundar í øllum aldri kunnu luttaka, tó sleppa hvølpar og ungir hundar ikki at venja tær forðingar, ið eru serliga kropsliga krevjandi.
Hundar, ið hava skaða ella hava pínu í liðunum kunnu ikki luttaka í agility venjing.
Tú kann tekna teg til næsta skeið í agility HER