Í seinastuni eru fleiri skógarmottur funnar á innfluttum hundum í Føroyum.

Kanningar vórðu gjørdar í Føroyum í 2015. Tá vórðu skógarmottur funnar á hundum, sum ongantíð høvdu verið uttanlands. Hugsað varð at hesar komu av seyði, tó hevur skógarmotta helst ikki góðar liviumstøður á seyði, eftirsum flestallir verða javnan viðgjørdir móti førilús. Granskararnir vístu tá eisini á, at skógarmottan helst eisini kemur við flytifugli.

Eftirsum vit enn ikki kenna nóg nógv til, hvar størsta keldan til skógarmottu úr útlandinum er, flytifuglur ella innflutt djór, eiga vit at byrgja fyri innflutningi við djórum. Skógarmottu við flytifugli fáa vit einki gjørt við.

Skógarmottan er ikki vandamikil í sjálvum sær, men er smittuberi fyri álvarsligar sjúkur.

Fólk kunnu fáa borelliosu og TBE. Hundar og kettur kunnu fáa anaplasmosu og borreliosu.

Skógarmottan skal takast burtur

Finnur tú skógarmottu á hundinum ella kettuni skalt tú taka hana burtur sum skjótast.

Umráðandi er, at mottan verður tikin burtur á rættan hátt. Ein serlig mottu-tong fæst til keyps, á m.a. aptotekinum og ymsum handlum kring landið, til at taka mottur burtur við.

Fyribyrging

Umframt tær koppsetingar og viðgerðir fyri sníkar, sum eru kravdar í sambandi við innflutning og ferðing við hundi og kettu, skulu tey nú eisini viðgerðast fyri skógarmottur. Hetta fyri at minka munandi um vandan, fyri at fáa skógarmottur til Føroya, ið kunnu verða smittuberarar við borrelia, TBE ella øðrum óynsktum sjúkum.

Viðgerðin

Um tú skalt út at ferðast við hundi ella kettu

Viðgerðin fyri skógarmottu skal farast fram í samráð við viðgerðandi djóralækna, áðrenn fráferðin úr Føroyum byrjar.

Um tú skalt innflyta hund ella kettu

Viðgerðin fyri skógarmottu skal farast fram í samráð við viðgerðandi djóralækna, áðrenn hundurin ella kettan kemur til Føroya.

Viðgerðin fyri skógarmottu kann verða framd samstundis, sum hundurin og/ella kettan, verða viðgjørd fyri aðrar sníkar, sambært vanligu krøvunum fyri innflutning og ferðing við hundi og kettu.

Kravið um viðgerð fyri skógarmottu kemur í gildið mánadagin 09. juli 2018.

Kelda: hfs.fo