Fyri Føroya Hundaførarafelag hevur tað stóran týdning, at venjarar felagsins eru væl dagførdir við tí, ið hendir innan hundavenjing.

Tí eru venjarar okkara av og á at finna uttanlands til ymsar venjingar.

Venjari og forkvinna okkara Fríðhild Debes, hevur hesa vikuna luttikið í Nose Work venjing í Jyllandi. Og sjálvandi sendi hon okkum nakrar myndir frá túrinum.

Somuleiðis skal hon luttaka í fleiri venjingum um vikuskifti

Hvat er Nose Work?
Nose Work hundaítrótturin hevur íblástur frá tænastu hundum. Kanska serliga frá tænastu hundum, sum leita eftir rúsevnið ella spreingievnið og líknandi. Tá ið sivilir hundar venja Nose Work, so leita hundarnir eftir lukti av lavende, eucalyptus og anis.

Nose Work er lætt at venja. Tað krevst ikki nógv útgerð, og ei heldur krevst serligt venjingar økið. Tú kann venja Nose Work inni í stovuni hjá tær sjálvum, á einum parkerings økið, á einum ídnaðarøkið – ja, stutt sagt, kann tú venja Nosw Work allastaðni.

Les meira um Nose Work venjing her