Sum kunnugt,  luttóku 6 av venjarum felagsins, á ClickerExpo í Billund 3 til 5 november

ClickerExpo er ein ráðstevna, har heimsins bestu og mest slóðbrótandi djóratemjarar halda fyrilestrar og skeið. ClickerExpo er eitt gylt høvi hjá eldhugaðum innan hundavenjing, at hitta heimsins leiðandi serfrøðingar innan jaliga venjing.

Ráðstevnan gekk fyri seg á tann hátt, fyri uttan tveir felags fyrilestrar, vóru  fyrilestrar/verkstovur samstundis. venjarar okkara royndi síðani at spreiða seg so, vit dekka mest møguligt umframt tað ið hvør einstakur hevði mestan áhuga fyri.

Hetta vóru 3 áhugaverdur og hendingaríkir dagar. Venjarar okkara luttóku á fleiri læruríkum fyrilestrum og verkstovum, sum teir mettu viðkomandi.

Í alt luttóku 235 hundaáhugaði fólk úr 18 londum.

Venjarar okkara venda nøsina heimaftur sunnudagin við nýggjum íblástri og vitan.