3-5 november luttaka 6 av venjarum felagsins, á ClickerExpo í Billund.

ClickerExpo er ein ráðstevna, har heimsins bestu og mest slóðbrótandi djóratemjarar halda fyrilestrar og skeið. ClickerExpo er eitt gylt høvi hjá eldhugaðum innan hundavenjing, at hitta heimsins leiðandi serfrøðingar innan jaliga venjing.

Venjarar okkara koma uttan iva heimaftur við nógvum íblástir og nýggjum kunnleika.

Vit hava væntandi okkurt áhugavert innslag undir ráðstevnuni her á síðuni.

Meiri kunning um ClickerExpo finnur tú her:https://clickertraining.com/clickerexpo