Eingi krøv

Í Føroyum finnast eingi lógarkrøv um flutning av kelidjórum í bili. Men tað kann hava álvarsligar avleiðingar fyri bæði menniskju og djór, um tú ikki tryggjar kelidjórið á rættan hátt í bilinum. Í einum samanstoyti kann kelidjórið sleingjast í bilinum til stóran skaða fyri seg sjálvt, bilførara og ferðafólk.

Tú kanst flyta hundar á ymiskan hátt í bili. Ein møguleiki er ein flutningskassi, sum vit vanliga nýta til flutning av djórum í eitt nú flúgvaranum. Ein annar møguleiki er at nýta eitt serligt trygdarbelti ætlað til hundar. Tó er uttan iva tað besta eitt gott hundabúr, ið serliga er ætlað til bilar.

Í flutningskassa ella hundabúri

Tá ið hundurin er í búri ella kassa, er tað tryggast, um hundurin vendir eftir liðini í mun til koyrirætning. Um búrið hinvegin vendir soleiðis, at antin høvdið ella afturparturin vendir í koyrirætning, er munandi størri vandi fyri, at hundurin fær skaða, serliga í ryggin og høvdið.

Tryggja tó altíð, at tað er eitt sindur av plássi rundan um búrið, so djórið fær nokk av frískari luft.

Trygdarbelti á baksetri

Hundar í trygdarbelti skulu altíð tryggjast á baksetrinum. Á hendan hátt slepst undan, at djórið fær skaða av airbaggi eftir samanstoyt.

Hevur tú møguleika at seta upp rimar ella net millum viðførisrúmið og baksetur, er tað eisini ein loysn. Men tað eru einans ferðafólkini í bilinum, sum verða vard av hesum og ikki hundurin.

Tað besta er tí altíð at tryggja hundin í flutningskassa ella búri.

FDM – Hvussu tryggjar tú hundin í bilinum

Ein crashtest vísir, hvussu umráðandi tað er at tryggja kelidjórið í bilinum. Tí heita vit á allar hundaeigarar um at tryggja hundin væl. Hetta fyri hundin men ikki minst fyri bilførara og tey ferðandi í bilinum

Kelda: FDM