Hundaslag

Gravhundur. Altjóða navnið er Dachshund.

Stødd

Gravhundar eru 15 – 25 cm høgir og viga í mesta lagi 9 kg. Teir finnast í trimum støddum: pinkustødd, dvørgastødd og standard. Tað er loyvt at para hundarnar tvørtur um allar tríggjar støddirnar, men tað er ikki loyvt at para tvørtur um feldfrábrigdini.

Feldur og Røkt

Dachshund-6

Av tí at gravhundurin bæði hevur veiðihug og er sjálvstøðugur, so krevur hann frá byrjan nógva og miðvísa venjing.

Allar tríggjar støddirnar finnast í 3 ymiskum feldfrábrigdum: teir snøggu, teir rísinhærdu og teir síðhærdu. Teir snøggu krevja nærum onga røkt. Teir rísinhærdu skulu greiðast javnan, og nakrar ferðir um árið skulu teir trimmast/skerast – tað kann eigarin lættliga læra seg at gera sjálvur. Gravhundurin við tí síða feldinum skal greiðast eina ferð um vikuna, serliga undir búkinum.

Uppruni

Gravhundurin er ættaður úr Týsklandi, men hevur røtur aftur til bassethundarnar í Frankaríki. Í miðøld varð tann lági týski sporhundurin raktur av eini arvaligari sjúku, sum førdi til dvørgavøkstur í legginum. Tann lági vøksturin gjørdist ein fyrimunur fyri veiðihundin. Vanliga arbeiddi hesin hundurin sum rekandi og goyggjandi veiðihundur, men nú kundi hann eisini arbeiða undir jørð og reka m.a. grevlingar og revar úr holum sínum. Í 1888 varð týski gravhundaklubbin stovnaður. Soleiðis varð gravhundurin til, sum vit kenna hann í dag. Hann verður framvegis brúktur sum rekandi og goyggjandi veiðihundur yvir og undir jørð og sum schweisshundur, har hann skal finna djór, sum eru særd av skoti. Gravhundurin er tí vanur at arbeiða sjálvstøðugt við stórari fjarstøðu til eigaran. Hóast gravhundurin í dag hevur nógv ár á baki sum selskapshundur, hevur hann framvegis sera góða nøs og stóran hug at veiða sjálvstøðugt. Nógvir luktir kunnu kveikja hansara veiðihug, og tí kann eigarin ikki vænta sær treytaleyst lýdni av einum gravhundi uttan so, at hann hevur vant hundin væl og leingi.

Heilsa

Nógvir gravhundar fáa diskusprolaps. Ryggbrekið er so at siga altíð íborið og ikki ávirkað av umstøðunum hjá hundinum. Eigarin hevur sostatt ikki fyri neyðini at verja sín gravhund. Tað er ikki neyðugt at búgva í húsum við einari hædd fyri at hava gravhund, men tey stuttu beinini kunnu hava trupult við at klára nógvar trappur. Danski gravhundaklubbin hevur sett inn eina fyribyrgingarætlan, har hundar, sum verða nýttir til aling, verða røntgenkannaðir og fáa eitt sokallað K-status. Hetta talið skal vera so lágt sum møguligt. So kunnu komandi hvølpaeigarar velja sær hvølp undan foreldrum, sum hava fingið hetta K-statusið.

Venjingar hjá FcH

Sinnalag

Ein gravhundur er, uttan mun til stødd og feld, virkin og orkumikil, tá ið hann er úti, meðan hann er róligur og sinniligur inni. Hann er raskur og vælupplagdur, og hann vil fegin luttaka í gerandisdegnum hjá familjuni. Hann er sjálvstøðugur, djarvur og knáur – ein stórur hundur í einum lítlum kroppi. Hann góðtekur fremmand fólk uttan at vera amutur. Goyr eitt sindur illa, tó ikki ógrundað ella áhaldandi. Gravhundurin er ein hundur, sum upprunaliga var veiðihundur, men sum í dag eisini er ein væl dámdur selskapshundur við varðveittum veiðihugi.

Væl hóskandi til tann

sum dámar at ganga túrar, vera úti í náttúruni og at venja t.d. spor við hundinum. Soleiðis kann gravhundurin brúka sína frálíku nøs og fáa nóg mikið av rørslu, samstundis sum hann fær tætt og gott samband við eigaran. Sleppur hundurin at hava eitt virkið lív saman við eigara og húsfólki, so er gravhundurin kanska rætti hundurin.

Ikki hóskandi til tann

sum hevur eitt óvirkið lív, og sum fyri tað mesta er inni. Um tú ikki hevur hug og tíð at venja hund, er gravhundurin ikki hóskandi til tín. Gravhundurin eigur at sleppa at vera saman við øðrum hundum, og um tú ikki hevur orku ella hug til tað, eigur tú ikki at fáa tær ein gravhund.

So áðrenn tú fært tær ein gravhund

eigur tú at gera upp við teg sjálvan, um tú hevur hug og tíð at hava hann. Av tí at gravhundurin bæði hevur veiðihug og er sjálvstøðugur, so krevur hann frá byrjan nógva og miðvísa venjing. Tú skalt kunna brúka ríkiligt av tíð hvønn dag, har hundurin er í miðdeplinum og sleppur at røra seg, brúka nøsina og fáa mentalar avbjóðingar. Velur tú at fáa tær gravhund, mást tú tryggja tær, at foreldrini hava gott sinnalag og eru frísk. Tað er ikki nokk, at hvølpurin sær frískur út, men djóralæknakanningar eiga at skjalprógva, at foreldrini t.d. hava so lágt K-status sum gjørligt, og at tey heldur ikki hava onnur brek.

Stutt um Gravhundin

1
2
3
4
5
6
7
8
1

Gravhundar eru 15 – 25 cm høgir og viga í mesta lagi 9 kg. Teir finnast í trimum støddum: pinkustødd, dvørgastødd og standard.

2

Allar tríggjar støddirnar finnast í 3 ymiskum feldfrábrigdum: teir snøggu, teir rísinhærdu og teir síðhærdu.

3

Gravhundurin er ættaður úr Týsklandi, men hevur røtur aftur til bassethundarnar í Frankaríki.

4

Gravhundurin er tí vanur at arbeiða sjálvstøðugt við stórari fjarstøðu til eigaran.

5

Nógvir gravhundar fáa diskusprolaps. Ryggbrekið er so at siga altíð íborið og ikki ávirkað av umstøðunum hjá hundinum.

6

Gravhundurin er ein hundur, sum upprunaliga var veiðihundur, men sum í dag eisini er ein væl dámdur selskapshundur við varðveittum veiðihugi

7

Væl hóskandi til tann, sum dámar at ganga túrar, vera úti í náttúruni og at venja t.d. spor við hundinum.

8

Um tú ikki hevur hug og tíð at venja hund, er gravhundurin ikki hóskandi til tín.