Áðrenn tú fært tær ein Chihuahua


[av_one_full first]

[av_image src=’http://www.fch.fo/wp-content/uploads/2015/12/chihuahua-845×321.jpg’ attachment=’1631′ attachment_size=’entry_with_sidebar’ align=’center’ animation=’no-animation’ styling=” hover=’av-hover-grow’ link=” target=” caption=” font_size=” appearance=” overlay_opacity=’0.4′ overlay_color=’#000000′ overlay_text_color=’#ffffff’][/av_image]

[av_textblock size=” font_color=” color=”]

Hundaslag

11800240_998790340209515_1758386885850885062_n - Kopi
Chihuahua er heimsins minsta hundaslag, men tað veit hundurin ikki av sjálvur

Chihuahua ella chihuahueno hoyrir til bólkin av selskapshundum.

Stødd

Chihuahuahundar gerast uml. 15-23 cm høgir og viga 0.5-3 kg. Hædd og vekt er galdandi bæði fyri hundar og tíkar.

Feldur

Chihuahua kann hava snøggan ella síðan feld. Tann snøggi er tann upprunaligi, meðan tann síði er komin við, at chihuahuahundurin varð blandaður við dvørgspanielin. Í dag hava flestu chihuahuahundar um okkara leiðir tann síða feldin. Allir litir og litblandingar eru loyvd. Uttan mun til feld losar chihuahua tvær ferðir um árið.

Uppruni

Chihuahuahundurin er upprunaliga uppkallaður eftir størsta landspartinum í Mexico. Hildið verður, at hundarnir livdu vilt, áðrenn toltekararnir tóku teir til sín og tamdu teir. Myndir av lítlu hundunum, sum líkjast sera nógv nútíðar chihuahuahundinum, vórðu nýttar á bygningsverkum í býnum Tula. Nógvar sagnir eru um upprunan hjá chihuahuahundinum. Tað einasta, fólk vita við vissu, er at uml. ár 1895 sóu amerikonsk ferðafólk hundin, tey tóku hann við sær til USA, og tann vegin fór hann um allan heim.

Heilsa

11707525_998781520210397_4344406874708086205_n
Honum dámar væl at ganga túrar og skal hava fríska luft hvønn dag, men lagar seg eftir, hvat eigarin ger. Hann hóskar væl til eldri fólk

Chihuahuahundurin kann hava ymiskar arvaligar trupulleikar. Summir hava t.d. Patella Lux – leysa knæskel. Teir kunnu eisini hava hjartafeil, ymiskar eygnasjúkur og opna Fontanelle, sum er bleytur plettur oman á høvdinum. Ein skal tí tryggja sær, at foreldrini at hvølpinum ikki hava hesar veikleikar.

Røkt

Bæði feldfrábrigdini, tann snøggi og tann síði, eru løtt at røkta. Tey hava einans fyri neyðini at verða greidd javnan. Klørnar skulu haldast stuttar, og ansast skal eftir, at tannsteinur ikki legst á tenninar.
[/av_textblock]

[av_heading tag=’h4′ padding=’10’ heading=’Venjingar hjá FcH’ color=” style=” custom_font=” size=” subheading_active=” subheading_size=’15’ custom_class=”][/av_heading]

[av_portfolio categories=’21’ columns=’6′ one_column_template=’special’ items=’6′ contents=’excerpt’ preview_mode=’auto’ image_size=’portfolio’ linking=” sort=’no’ paginate=’no’ query_orderby=’rand’ query_order=’DESC’]

[/av_one_full][av_two_third first]
[av_textblock size=” font_color=” color=”]

Sinnalag

Chihuahua er heimsins minsta hundaslag, men tað veit hundurin ikki av sjálvur. Tað er týdningarmikið at fylgja væl við, tá ein chihuahua hittir aðrar hundar og fremmand fólk, tí hann kann vera bæði ráðaríkur og verjandi. Chihuahua kann hava lyndi til at goyggja, og tað er týdningarmikið at hava tað í huga frá byrjan. Chihuahuahundurin er annars glaður, lívligur, forvitin, gløggur og sera djarvur. Honum dámar væl at spæla, hann lærir skjótt, og hann hevur tað best, um hann fær tætt og gott samband við eigaran. Chihuahua tolir ikki harða viðferð, og tí er best at brúka positivar venjingarhættir við nógvum rósi og aðrari løn. Venjingarhættir við skeldi og revsing rigga ikki. Ein chihuahua kann júst sum aðrir hundar luttaka í ymiskum hundaítrótti, sum t.d. at ganga spor, luttaka í agility og ymiskum lýdnigreinum.

Væl hóskandi til tann

sum ynskir sær ein hund, sum hevur tørv á nógvum uppmerksemi og tøttum sambandi við húsfólkið. Hann hóskar serliga væl til tann, sum hevur tíð og tímir at spæla við hann. Honum dámar væl at ganga túrar og skal hava fríska luft hvønn dag, men lagar seg eftir, hvat eigarin ger. Hann hóskar væl til eldri fólk.

Ikki hóskandi til tann

sum hevur smá børn. Hann er lítil av vøkstri, og tí tolir hann ikki ógvusliga viðferð.

So áðrenn tú fært tær ein chihuahua

eigur tú at tryggja tær, at hann er undan foreldrum sum eru frísk, og sum hava eitt gott sinnalag. Somuleiðis skalt tú, áðrenn tú letur tín chihuahua fáa avkom, tryggja tær, at hundurin er frískur. Tað er ikki nokk, at hundurin sær frískur út, djóralæknakanningar eiga at skjalprógva, at hundurin ikki er fongdur við ymiskum sjúkum. Verð heilt vís/ur í, at tú næstu 10 – 15 árini hvønn dag kanst brúka nakrar tímar til venjing og aktivering av tínum chihuahua. Chihuahuahundurin er ikki ein hundur, sum tú skalt fáa tær, bara tí tú heldur, at hann er smartur at hava í taskuni. Ein chihuahuahundur hevur tørv á júst somu fortreytum sum aðrir hundar. Hann hevur brúk fyri at fara út at snodda og uppliva heimin á egnum beinum, og hann hevur brúk fyri at sosialisera við aðrar hundar og fólk, soleiðis at hann kann gerast ein tryggur hundur. Sleppur hann ikki tað, gerst hann ein styggur og bangin hundur.
[/av_textblock]
[/av_two_third]

[av_one_third]
[av_textblock size=” font_color=” color=”]

chihuahua4
Hóast sína lítlu stødd, so er ein chihuahua júst sum aðrir hundar

[/av_textblock]

[av_hr class=’invisible’ height=’20’ shadow=’no-shadow’ position=’center’ custom_border=’av-border-thin’ custom_width=’50px’ custom_border_color=” custom_margin_top=’30px’ custom_margin_bottom=’30px’ icon_select=’yes’ custom_icon_color=” icon=’ue808′ font=’entypo-fontello’]

[av_heading tag=’h4′ padding=’10’ heading=’Fleiri hundasløg’ color=” style=” custom_font=” size=” subheading_active=” subheading_size=’15’ custom_class=”][/av_heading]

[av_blog blog_type=’posts’ categories=’27’ link=’category’ blog_style=’blog-grid’ columns=’2′ contents=’title’ content_length=’content’ preview_mode=’auto’ image_size=’portfolio’ items=’6′ offset=’0′ paginate=’yes’]
[/av_one_third]

[av_one_full first]
[av_heading heading=’Stutt um Chihuahua’ tag=’h4′ style=” size=” subheading_active=” subheading_size=’15’ padding=’10’ color=” custom_font=”][/av_heading]

[av_image_hotspot src=’http://www.fch.fo/wp-content/uploads/2015/12/chihuahua5.jpg’ attachment=’1644′ attachment_size=’full’ animation=’fade-in’ hotspot_layout=’blank’ hotspot_tooltip_display=” hotspot_mobile=’aviaTBhotspot_mobile’]
[av_image_spot tooltip_pos=’av-tt-pos-above av-tt-align-left’ tooltip_width=’av-tt-default-width’ tooltip_style=’main_color’ link=” hotspot_color=” custom_bg=” custom_font=” custom_pulse=” hotspot_pos=’63.1,39.8′]
Chihuahuahundar gerast uml. 15-23 cm høgir og viga 0.5-3 kg
[/av_image_spot]
[av_image_spot tooltip_pos=’av-tt-pos-above av-tt-align-left’ tooltip_width=’av-tt-default-width’ tooltip_style=’main_color’ link=” hotspot_color=” custom_bg=” custom_font=” custom_pulse=” hotspot_pos=’55.6,52.9′]
Chihuahua kann hava snøggan ella síðan feld. Tann snøggi er tann upprunaligi, meðan tann síði er komin við, at chihuahuahundurin varð blandaður við dvørgspanielin.
[/av_image_spot]
[av_image_spot tooltip_pos=’av-tt-pos-above av-tt-align-left’ tooltip_width=’av-tt-default-width’ tooltip_style=’main_color’ link=” hotspot_color=” custom_bg=” custom_font=” custom_pulse=” hotspot_pos=’66.2,55.3′]
Chihuahuahundurin er upprunaliga uppkallaður eftir størsta landspartinum í Mexico
[/av_image_spot]
[av_image_spot tooltip_pos=’av-tt-pos-above av-tt-align-left’ tooltip_width=’av-tt-default-width’ tooltip_style=’main_color’ link=” hotspot_color=” custom_bg=” custom_font=” custom_pulse=” hotspot_pos=’32.5,33.2′]
Chihuahuahundurin kann hava ymiskar arvaligar trupulleikar sum opna Fontanelle, ið er bleytur plettur oman á høvdinum
[/av_image_spot]
[av_image_spot tooltip_pos=’av-tt-pos-above av-tt-align-left’ tooltip_width=’av-tt-default-width’ tooltip_style=’main_color’ link=” hotspot_color=” custom_bg=” custom_font=” custom_pulse=” hotspot_pos=’51.9,37.5′]
Ansast skal eftir, at tannsteinur ikki legst á tenninar. Tú skal vænta, at nýta eitt sindur av tíð til tannrøkt.
[/av_image_spot]
[av_image_spot tooltip_pos=’av-tt-pos-above av-tt-align-left’ tooltip_width=’av-tt-default-width’ tooltip_style=’main_color’ link=” hotspot_color=” custom_bg=” custom_font=” custom_pulse=” hotspot_pos=’68.1,30.3′]
Tað er týdningarmikið at fylgja væl við, tá ein chihuahua hittir aðrar hundar og fremmand fólk, tí hann kann vera bæði ráðaríkur og verjandi
[/av_image_spot]
[av_image_spot tooltip_pos=’av-tt-pos-above av-tt-align-left’ tooltip_width=’av-tt-default-width’ tooltip_style=’main_color’ link=” hotspot_color=” custom_bg=” custom_font=” custom_pulse=” hotspot_pos=’58.1,67.7′]
Ikki hóskandi til tann sum hevur smá børn. Hann er lítil av vøkstri, og tí tolir hann ikki ógvusliga viðferð.
[/av_image_spot]
[av_image_spot tooltip_pos=’av-tt-pos-above av-tt-align-left’ tooltip_width=’av-tt-default-width’ tooltip_style=’main_color’ link=” hotspot_color=” custom_bg=” custom_font=” custom_pulse=” hotspot_pos=’78.1,44.2′]
Honum dámar væl at ganga túrar og skal hava fríska luft hvønn dag, men lagar seg eftir, hvat eigarin ger. Hann hóskar væl til eldri fólk
[/av_image_spot]
[/av_image_hotspot]

[av_textblock size=” font_color=” color=”]

Slóðir fyri meiri kunning um Chihuahua

Útgreining av Chihuahua hjá American Kennel Club

Chihuahua á Wikipedia
[/av_textblock]
[/av_one_full]