Mánadagin 13/06-2016 var almenna hundaøkið tikið í nýtslu í Miðvági.

Hundaøkið er omanfyri FK í Miðvági.

Borgarstjórin Rósa Samuelsen bjóðaði vælkomin, og limir í Føroya Civil Hundafelag, FCH, vóru eisini við og vístu fram ymisk kynstur sum hundarnir dugdu.

Formaðurin og næstformaðurin í FCH, søgdu eisini nøkur orð.

Vága Kommuna bjóðaði kaffi og køkur.

Kelda: www.vp.fo