Góðu hundaeigarar

Ja, so er “DAGURIN” aftur her. Um hundur tín ræðist fýrverk, so kann tú hjálpa honum við at lata hann verða í einum rúmi, har gardinurnar eru fyri, ljósið er tendra og útvarpið/tónleikur er frá.
Hevur hundurin hug at goyma seg onkunstaðni, t.d. undir einum stóli, so kann tú gera honum eina holu júst har. Legg ein dýnu ella eitthvørt annað, sum tekur ringasta larmin útyvir stólin, og lat hundin fáa frið at goyma seg í holuni.
Søkir hundurin, hinvegin til tín, so er altso væl loyvt at ugga hundin.

Og minnist nú til, at hava hundin í bandið, tá hann er uttanfyri væl avhegna økið. Sjálvt tann róligasti hundurin kann gerast klókkur og rýma.