Týskvøldið 31. mai vitjaði Fch í Fuglafirði. Fýra hundar og hundaførarar og umleið 20 skótar hittust niðri á sandinum, har skótarnir høvdu tendrað bál.

Fyrst fingu børnini frágreiðing um, hvussu tey eiga at bera seg at, tá tey heilsa upp á hundar. Síðan greiddu vit teimum stutt frá um hundarnar Pingo, Sinnu, Zigo og Lui. Har vóru fýra skótapatruljur, og ein hundur fór til hvørja patrulju. Børnini sluppu at heilsa upp á hundin, síggja okkurt, sum hundurin dugdi, og at spyrja ymiskt. Síðan fluttu hundarnir seg, so allar patruljurnar kundu heilsa upp á allar hundarnar. Hundarnir fingu hópin av góðbitum og nógv kín frá spentum og áhugaðum skótum.

At enda vístu hundarnir ymiskt, sum teir duga. Zigo og Lív vístu venjingar frá Rally Lýdni, og Pingo goyði upp á kommando, leyp upp og mussaði Randi og spældi deyður, tá Randi segði bang. Lui tók at enda kurvina hjá sær og bar hana yvir til bilin, men mátti steðga á eina ferð, tí grasið í Fuglafirði luktaði so væl.

Hetta gjørdist eitt gott góðveðurskvøld. Børnini sóu út til at hugna sær, og vit fingu nógvar góðar upplivingar við okkum heimaftur.