Hvat er ein mjadnafeilur?
Hip dysplasia, ofta stytt til HD, er ein mjadnafeilur, ið hundar stundum hava.
Lærbeini passar ikki heilt til mjadnaskálina. Fyrr ella seinri førur hetta til, at hundurin fær sterka pínu í mjødnina.
Tá hundar verða kannaðir fyri HD, verður úrslitið bólka í A,B,C,D & E, har A merkir at hundurin ikki hevur mjadnafeil, B & C merkir at hundurin hevur minni mjadnafeil, og D & E merkir at hundurin hevur álvarsaman mjadnafeil.
Hví hevur ein hundur mjadnafeil?
Mjadnafeilur er arviligur. Tað vil siga, at um tíkin og hundurin hava mjadnafeil, so eru sannlíkindini fyri, at hvølparnir fáa mjadnafeil, eisini stór. Tí er av stórum týdningi, at vit hava hetta í huga bæði tá vit keypa hvølp og tá vit hava ætlanir um at gera hvølpar. Havi í huga, at HD B og C eisini er mjadnafeilur, sjálvt um alifelagið tíverri loyva aling við hundum, ið hava HD B og C. Í seinastuni verður aling við hundum, ið hava HD D og E eisini loyvd í ávísum førum.
Um vit seta ov høg krøv til rørsluna hjá hvølpum og ungum hundum, kunnu teir eisini fáa mjadnafeil.
Tað er av stórum týdningi, at hvølpar og ungir hundar verða “motioneraðir” rætt.
Millum annað, eru langir rennitúrar á asfaltið og nógv gongd í trappum ikki góð fyri liðirnar hjá hvølpum og unghundum. Betri er at lata hvølpar og unghundar renna leysir á grasi ella øðrum bleytum undirlagið. Ei heldur eru hál gólv góð hjá hvølpum og unghundum at spæla á.
Hvat hvølpar og unghundar fáa at eta hevur eisini stóra ávirkan á liðirnar og beinagrindina hjá hundinum. Fáa hvølpar og unghundar skeivt fóður, so kann hetta eisini føra við sær, at hundurin fær mjadnafeil. Gev tí altíð hvølpum og unghundun fóður, ið er ætla til hvølpar. Legg eisini til merkis, at tað er munur á hvat fóður hvølpar av lítlum og stórum slagið skulu hava.
Kanning og viðgerð
Tá hundar verða kannaðir fyri mjadnafeil verður røntgenmynd tikin av mjødnini. Hundurin skal verða doyvdur tá røntgenmyndin verður tikin. Hundar skulu verða fullvaksnir, tvs minst eitt ára gamlir tá kanningin verður gjørd. Um hundurin er skrásettur hjá alifelagi, skal boðast frá hjá alifelaginum áðrenn kanningin verður gjørd. Úrslitið av kanningini verður síðani skrásett hjá alifelaginum.
Sjálvt um hundurin ikki er skrásettur hjá alifelagið er skilagott at kanna hundin fyri mjadnafeil áðrenn hvølpar verða gjørdir.
Hundar, ið hava mjadnafeil kunnu fáa ymiskar viðgerðir. Mest vanligt er pínustillandi heilivágur, men ávísar skurðviðgerðir kunnu eisini koma uppá tal.
Tað er av stórum týdningi, at hundar við mjadnafeili ikki eru ov feitir. Eisini er umráðandi at hundar við mjadnafeili eru væl fyri kroppsliga soleiðis at vøddarnir stiðja liðunum væl. Tó skal ein verða ansin við hvussu ein motionerar ein hund, ið hevur mjadnafeil.
Mjadnafeilur sæst oftast hjá størru hundasløgunum, so sum hjá sjefarahundum, retrivarum, rottweilarum og eisini hjá Border Collie.
Hundar, ið eru illa sjúkir av mjadnafeili, mugu oftast avlívast orsaka av nógvari pínu í mjødnini.