Kom og kappast
Um veðrið er til vildar, verður kappast við Leynavatn. Um veðrið ikki er við okkum, verða kappingarnar í ríðihøllini hjá Føroya Ríðingafelag. Um kappingarnar verða í ríðihøllini, so fáa hundarnir eina løtu at venja seg við umstøðurnar, áðrenn kappingarnar byrja.
Møguleiki verður at keypa sær okkurt at drekka og eta hendan dagin.
Longur niðri her á síðuni, ber til at lesa meira um ymisku kappingarnar.
Dagsins fyrsta kapping verður í Hoopers, og byrjar tann kappingini kl 10:00.
Hoopers er hundaítrótt, har hundurin skal renna ígjøgnum bogar, sonevnd hoops, runt um tunnur og gjøgnum tunellir.
Til hesa Hoopers kappingina, eru tríggjar venjingar á skránni :
- Førarin skal standa stillur og senda hundin minst 5 metrar framm ígjøgnum hoops.
- Førarin skal standa stillur, hava hundin á vinstru síðu og senda hann runt um eina tunnu. Førari fær hundin aftur til sín, hevur hundin á høgru síðu og sendur hann runt um tunnuna. Stig verða latin eftir hvussu langt vekk frá tunnuni førarin velur at standa; 1,2 ella 3 metrar
- Renna ein bana, har kappast verður uppá tíð og feilir.
Til kappast verður :
- skal hundurin verða leysur. Hundurin kann verða í vanligum hálsbandið.
- skal eigarin ikki hava mat ella leikur í hondini (hesar kunnu tó verða í lummanum.
Alt eftir hvussu kappingin gongst, fáa luttakandi hundar gull, silvur ella bronzu prógv og rosettu.
Luttøku kostnaðurin er 50,00 kr fyri hvønn hundin. Sami hundaeigari kann luttaka við fleiri hundum, men sami hundur kann bara luttaka í kappingini einaferð hendan dagin.
Tilmelding skal fara fram, í seinasta lagið 24 septembur kl 23:00 við at trýsta HER
Umleið kl 11:00 verður Mini Agility kapping á skránni.
Hendan kappingin er ætla hundum, sum einans hava vænt eitt lítið sindur av agility.
Kappast verður í :
- senda hundin um 2 pinnar í slalom. Onki krav verður sett til, hvaðani hundurin verður sendur.
- senda hundin fram um tvey lop. Her er loyvt at leggja mat og/ella leikur til hundin at renna eftir. Tað er loyvt at hava hjálpara at halda hundinum ímeðan førari leggur mat og/ella leikur til hundin.
- senda hundin fram um tvey lop og tunnil. Her er loyvt at leggja mat og/ella leikur til hundin at renna eftir. Tað er loyvt at hava hjálpara at halda hundinum ímeðan førari leggur mat og/ella leikur til hundin.
- sit/ligg og bíða. Hundurin skal kunna sita ella liggja stillur ímeðan førari ferð minst ein metru frá hundinum. Hundurin skal sita ella liggja stillur til førarin kemur aftur til hundin
- Um veðrið er til vildar, og kappingin verður við Leynavatn, skal hundurin eisini førast eftir A-brettinum og ballansubumminum. Luttakararnir fáa nærri boð um hetta.
Tá kappast verður :
- skal hundurin verða leysur
- eigarin kann hava mat og/ella leikur í hondinum, sum hann ger klárt at kasta, um tað er neyðugt.
- er loyvt at hava hjálpara, at halda hundinum, tá tað er neyðugt.
- er loyvt, at hava skál við mati og/ella leikum, at senda hundin eftir
Alt eftir hvussu kappingin gongst, fáa luttakandi hundar gull, silvur ella bronzu prógv og rosettu.
Luttøku kostnaðurin er 50,00 kr fyri hvønn hundin. Sami hundaeigari kann luttaka við fleiri hundum, men sami hundur kann bara luttaka í kappingini einaferð hendan dagin.
Tilmelding skal fara fram, í seinasta lagið 24 septembur kl 23:00 við at trýsta HER
Umleið kl 12:00 vænta vit, at tað er klárt at fara undir Mini Rally.
Mini Rally er ætla teimum, sum ikki hava vant so leingi. Hvølpar og unghundar kunnu eisini luttaka.
Mini Rally er tríggir banar, ið hvør hevur 5 skeltir.
Tað er ein heilt stuttur steðgur ímillum hvønn banan, har førarin hevur møguleikan at løna hundinum við mati og/ella leikum.
Hundurin skal verða í vanligum hálsbandið ella sela, og skal verða havdur í bandið.
Størsti dentur verður lagdur á jaligt samstarv millum hund og førara.
Tá kappast verður :
- skal hundurin verða í vanligum leiðibandi
- kann eigarin hava mat og/ella leikur í lummanum
- kann eigarin práta við, og rósa hundinum allan vegin
Kappast verður eftir hvussu væl venjingarnar verða gjørdar, og uppá tíð, og alt eftir hvussu kappingin gongst, fáa luttakandi hundar gull, silvur ella bronzu prógv og rosettu.
Luttøku kostnaðurin er 50,00 kr fyri hvønn hundin. Sami hundaeigari kann luttaka við fleiri hundum, men sami hundur kann bara luttaka í kappingini einaferð hendan dagin.
Tilmelding skal fara fram, í seinasta lagið 24 septembur kl 23:00 við at trýsta HER
Klokkan 14:00 er byrjunar rally á skránni.
Kappast verður eftir rally reglunum hjá DcH
Luttøku kostnaðurin er 50,00 kr fyri hvønn hundin. Sami hundaeigari kann luttaka við fleiri hundum, men sami hundur kann bara luttaka í kappingini einaferð hendan dagin.
Tilmelding skal fara fram, í seinasta lagið 24 septembur kl 23:00 við at trýsta HER
Seinasta kappingin hendan dagin, verður Mini lýdni.
Hvølpar og unghundar kappast frá uml kl 15:30, og hundar, eldri enn eitt ár, sleppa framat uml kl 16.30.
Endamálið við Mini lýdni er, at hundaførarin skal vísa, at hann dugir at fáa hundin at gera nakrar venjinga. Tí er eisini loyvt, at hava mat og/ella leikur í hondin ímeðan venjingin verður gjørd. Tó skal maturin/leikan ikki haldast beint framman fyri nøsini á hundinum, men heldur verða brúkt samstundis sum førarin, við røddini, eggjar hundinum at gera venjingina.
Tað er loyvt, at hava hjálpara at halda hundinum, tá førarin fer burturfrá hundinum fyri at rópa hann til sín, og tað er eisini loyvt at hava langt band á hundinum, soleiðis at hann ikki rýmur og heldur fer at spæla.
Til hesa kappingina í Mini lýdni, verður meira hugt eftir, hvussu tað liggur fyri hjá førara at venja við hundinum, enn tað verður hugt eftir hvussu væl hundurin dugir
- Gang pent í bandið – førarin skal prógva, at hann dugir at fáa hundin at ganga pent undir vinstru lið, á einum teini, sum er umleið 5 metrar langur
- Sit – førari skal prógva, at hann dugir at fáa hundin at seta seg pent undir vinstru lið førarans
- Ligg og bíða – førarin skal prógva, at hann dugir, at fáa hundin at leggja seg framman fyri føraran ella við vinstru lið førarans, ímeðan førarin flytur seg, íminsta lagið 1 metur burtur frá hundinum. Hundurin skal verða liggjandi, til førarin kemur aftur.
- Innkall – førarin skal prógva, at hann dugir at fáa hundin at koma til sín, tá hann rópar á hundin. Frástøða millum hund og førara skal verða minst 3 metrar. Hundurin kann verða í bandið, og tað er loyvt at hava hjálpara at halda hundinum til hann verður róptur.
- Røkt – førarin skal prógva, at tað ber til, at busta hundinum oman eftir rygginum og eftir síðunum.
Alt eftir hvussu kappingin gongst, fáa luttakandi hundar gull, silvur ella bronzu prógv og rosettu.
Luttøku kostnaðurin er 50,00 kr fyri hvønn hundin. Sami hundaeigari kann luttaka við fleiri hundum, men sami hundur kann bara luttaka í kappingini einaferð hendan dagin.
Tilmelding skal fara fram, í seinasta lagið 24 septembur kl 23:00.
Hvølpar og unghundar, yngri enn eitt ár, skulu tilmeldast HER og hundar eldri enn eitt ár, skulu tilmeldast HER
Sunnudagin 1 oktobur, verður roynd í Nose Work. Royndin byrjar kl 15:00.
Veðrið avgerð sjálvandi hvar royndin verður hildin, Meira kunning um hetta seinni.
Luttakandi hundarnir skulu duga at finna lavendel hydrolat.
Tilmelding og meira kunning um royndina, er at finna HER
Fyri allar kappingar hjá Føroya Hundaførarafelag er galdandi, at harðlig viðferð av hundinum førir til burturvísing. Eins og skeld og harðligt róp, heldur ikki verður góðtikið.
Við tilmelding, skal fráboðast, um tíkar ganga á illum.
Um vaksnir hundar (eldri enn eitt ár) pissa ella kukka á kappingarøkinum, skulu teir beinanveg fara av kappingarøkinum, og tann venjingin teir vóru í gongd við, gevur 0 stig. Hundarnir kunnu tó halda áfram við næstu venjing.
Hvølpar og unghundar, yngri enn eitt ár, skulu helst ikki pissa og kukka á kappingarøkinum. Vit eru tó væl vitandi um, at tað kanska ikki altíð er so lætt at hava stýr á hjá hvølpum og ungum hundum.
Til kappingina 30 septembur og 1 oktobur, skal bara ein hundur verða á kappingarøkinum í senn.