TEMA – Leysgangandi hundar: Hundaótti

Bæði fólk og djór, kunnu verða ræðslusligin fyri hundum. Og so løgið tað ljóðar, so kunnu hundar eisini ræðast aðrar hundar.

Cynofobi, merkir ræðsla fyri hundum ella hundaótti. Um vit geva okkum stundir at lesa meira um hetta evnið, so finna vit skjótt útav, at hundaótti als ikki er óvanligur millum fólk. Í Danmark verður mett, at áleið 5 – 6 hvørt fólk líður av hundaótta.

Uttan at hava prógv fyri hesum, so meta vit, at hetta eisini man verða galdandi í Føroyum. Fyri fólk, ið líða av hundaótta, er tað als ikki stuttligt at møta einum leysum hundi. Tá er tað líkamikið um hundurin er blíður ella illur, lítil ella stórur.

Hending frá veruleikanum

“Eg stóð uttanfyri íbúðina hjá mær. Brádliga hoyri eg ógvusligt hundagoyggj. Tá síggji eg eina smágentu um 10 – 12 ára aldur, koma gangandi við einum lítlum hundi í bandið. Síggji so eisini, at ein stórur leysur hundur leypur á hundin hjá gentuni. Eg skal gera skjótt av, og fara at hjálpa gentuni, ið sjónliga var sera bangin, men áðrenn eg kom so langt, var eigarin av leysa hundinum har, og fekk at enda hundin hjá sær við sær. Gentan var sjónliga skelka av hendingini”


Fyri fólki, ið eru bangin fyri hundi, kann ein leysur hundur vera sera ræðandi.

Fyri fólki, ið eru bangin fyri hundi, kann ein leysur hundur vera sera ræðandi.

Hesin ótti fyri hundum stavar, sum oftast, frá einhvørjari hending í barnaárunum. Kanska viðkomandi, í barnaárunum var bitin av einum hundi, ella møtti einum hundi, sum í spølni ella ovfarakæti hevur verði ov ógvusligur, og tí hevur rent barnið um koll.

Hvørja ferð ein hundur verður sleptur út leysur, er vandi fyri, at hann gevur einum barnið ein so stóran hvøkk, at hetta fylgir barninum restina av lívinum.

TEMA – Leysgangandi hundar

Støðan í dag

Hundaótti

Hending frá veruleikanum

“Ommusonur og vinmaðurin hjá honum vóru úti og súkklaðu. Ein maður kemur við tveimum hundum, sum hann skal koyra í bilin. Brádliga rennur annar hundurin yvur til ommusonin, og býtur hann i beini. Tìbetur kom ikki hol á beini, men eitt blátt merkið og ein ordans hvøkk, fekk ommusonurin tíverri burturúr.”

Um ein leysur hundur leggur á ein hund í bandið, kann hetta lættliga ávirka atburðin hjá álopna hundinum. Ein hundur, sum vanliga ikki leggur í, um hann møtir einum øðrum hundi, kann skjótt fáa eina ørðvísi fatan av øðrum hundum.

Tá ið tú gongur tú við hundi tínum, er sera keðiligt, at hitta leysgangandi hundar. Serliga, tá ið tín hundur ikki er glaður fyri aðrar hundar.

Tá ið tú gongur tú við hundi tínum, er sera keðiligt, at hitta leysgangandi hundar. Serliga, tá ið tín hundur ikki er glaður fyri aðrar hundar.

Tá ein hundur er bangin, so roynur hann altíð at sleppa sær til rýmingar. Um hetta ikki er gjørligt, so kann hann velja at standa heilt stillur, og bíða til vandin er av. Um hetta heldur ikki ber til, er seinasti møguleikin at berjast og sostatt vóna, at vinna á vandanum. Ein hundur í bandið hevur sjálvdan møguleika at sleppa sær til rýmingar ella bara at standa heilt stillur.

Ein hundur, sum er álopin kann gerast bangin fyri øðrum hundum, ella illur við aðrar hundar. Í báðum førum kann hetta verða sera møðisamt fyri hundaeigaran.
Um ein hundur hevur fingið ein slíka hvøkk kann tað verða sera torført, at læra hann, at allir hundar ikki eru ein bardaga verdir. Og ofta er neyðugt við serkønari vegleiðing