Leysgangandi hundar eru ein afturvendandi trupulleiki. Hetta er næstan sum við veðrinum – øll tosa um tað, men ongin ger nakað við tað.
Vit hava sett okkum fyri, at hyggja gjøllari uppá hendan trupulleikan. Komandi tíðina, fara vit at varpa ljós á hendan trupulleika!
Vit hava eina hundalóg í Føroyum, sum greitt áleggur øllum hundaeigarum, at hava hundin í bandið. Onkrar kommunur hava so eisini serligar viðtøkur viðvíkjandi hundahaldið í kommununi. Men hóast hetta, so frætta vit alt ov ofta um leysgangandi hundar, ið á einhvønn hátt, eru til ónáðir fyri onnur.